Ongi úrslit

Brandur fer at spæla við NSÍ

Landsliðsmiðvallarin hevur ongantíð áður spælt í bestu føroysku deildini

Jóannes Hansen
4. januar kl. 16:08

Tað er ikki lukkulig søga, sum NSÍ borðreiðir við í dag.

Í øllum feløgum var tað longu undan jólum skipað fyri venjingum.

Um vikuskiftið verður tað av álvara farið undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið, og í dag er størsta fótbóltssøgan í føroyskum fótbólti í langa tíð at frætta.

Brandur Hendriksson Olsen hevur skrivað undir uppá sáttmála, sum ber við sær, at hann nú fer at umboða NSÍ.

19. desember fylti Brandur H. Olsen 29 ár. Hann hevur higartil ikki spælt í bestu føroysku deildini, men tað fer hann, nú hann fer at umboða NSÍ.

Tá ið Brandur saman við Jóannesi Bjartalíð og hinum í Fredrikstad var við til at vinna norsku steypafinaluna, var tað síðsti dystur hjá honum í norska felagnum. Tá var ikki greitt, hvør yrkisleiðin hjá skálvíkinginum fór at halda fram.

Nú er tað greitt, at Brandur fer at spæla við NSÍ. Felagið hevur síðani kappingarlok í fjør av álvara styrkt um hópin og eigur nú av álvara at vera millum kandidatarnar at vinna pláss í Europa og at vera við í FM stríðnum.

Umframt í norska Fredrikstad hevur Brandur spælt fótbólt í FCK, Vendsyssel FF og Randers FC í Danmark, FH í Íslandi og Helsingborg IF í Svøríki. 

Brandur H. Olsen var fyrstu ferð á landsliðnum í 2014, og hann hevur higartil spælt 63 landsdystir og skorað seks mál.

 

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26