Ongi úrslit

Børn skulu hava góða bókabyrjan

Endamálið við Bókabyrjan er at arbeiða fyri, at øll børn fáa eina góða bókabyrjan, sum byggir á okkara góða norðurlendska barnabókasið við søgum um Pippi, Emil í Lønnibergi, Karius og Baktus, Álv Ákason, ævintýrini hjá H.C. Andersen og søgur úr okkara egnu sagnum og kvæðum

runavik.fo
29. oktober kl. 22:45

Hesa vikuna verður hol sett á søguløturnar á Bókasavninum við Løkin við átakinum Bókabyrjan. Lesiátakið er eitt átak fyri dagstovnar í Runavíkar kommunu og partur av norðurlendskum samstarvi, har vit samstarva við Fredrikstad kommunu í Noregi og Åmål kommunu í Svøríki.

Søguløturnar eru partur av lesiátakinum Bókabyrjan, sum hevur til endamáls at venja børn við at hoyra søgur so tíðliga sum gjørligt.

Føroyar Lesa skrivar, at endamálið við Bókabyrjan er at arbeiða fyri, at øll børn fáa eina góða bókabyrjan, sum byggir á okkara góða norðurlendska barnabókasið við søgum um Pippi, Emil í Lønnibergi, Karius og Baktus, Álv Ákason, ævintýrini hjá H.C. Andersen og søgur úr okkara egnu sagnum og kvæðum.

Í eini tíð, har so nógv barnatilfar kemur frá stroymingartænastum og skjótum miðlum á enskum máli, er skjótt at gloyma okkara egnu dýrgripir, og ikki minst málið og nærveruna, sum gagnar barninum við søguløtuni. Í Bókabyrjan trúgva vit uppá góðskuna í okkara felags mentanararvi og fyrimyndirnar, sum eru at finna í barnabókunum í Norðurlondum.

Á søguløtunum fara børnini at hoyra tríggjar søgur, sum hava sín uppruna í luttakandi londunum:

- Úr Noregi: Øll telja við eftir Kristin Roskifte

- Úr Svøríki: Neyðars skrímsl eftir Rakel Helmsdal (FO), Kalle Güettler (SE) og Áslaug Jónsdóttir (IS)

- Úr Føroyum: Træið eftir Bárð Oskarsson.

Bøkurnar eru valdar út frá bókunum, sum eru at finna í úrvalinum hjá Norðurlendska bókaslúkinum.

Við í samstarvinum eru dagstovnar í Runavíkar kommunu, Gigni, Bókasavnið við Løkin og Føroyar Lesa. 

Á bókasavninum við Løkin eru søguløtur fyri børnum fast annaðhvønn mikudag og nakrar ferðir um árið á Bókasavninum á Skála. Les meir um søguløturnar og tiltøk annars á heimasíðuni hjá Bókasavninum við Løkin

 

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

13 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03