Stóra søgan úr Bretlandi í kvøld er, at Boris Johnsson í kvøld hevur boðað frá, at hann nú gevst í Parlamentinum. Um hann nú gevst endaliga í bretskum politikki, er tað eingin, sum veit. Hann hevur áður megnað at reisa seg, eftir at hann hevur verið roknaður at vera púra liðugur í bretskum politikki.
Sjálvur sigur Boris Johnsson, at hann er kroystur úr tingsessinum av nøkrum fáum fólkum.
-Eg ógvist við, at tað skal bera til á henda hátt at kroysta meg úr tinginum. Talan er um púra ódemokratiska nevnd, ið Harriet Harman við stórum fordómum og áskoðan ímóti mær, hevur kroyst meg úr tinginum, sigur Boris Johnsson við The Guardian.
Henda Harriet Haran er vald í tingið fyri Labour.
Etiska nevndin hjá Undirhúsinum hevur staðfest, at fyrrverandi forsætismálaráðharrin hevur villleitt tingið, og at hann tí fyribils skal varpast úr tinginum.
Boris Johnsson hevur tikið ógvusligari stig, enn nevndin hevur mælt til. Hann hevur boðað frá, at hann nú fer úr tingsessinum.
Samstundis, sum Boris Johnsson hevur boðað frá, at hann tekur seg úr tinginum, so langar hann eftir konservativa forsætismálaráðharranum Rishi Sunak og ákærir hann fyri ikki at reka rætta politikkin. Tann politikkin, sum konservativi flokkurin vann valið við, sigur sera vónbrotni Boris Johnsson.
Eygleiðarar halda tað vera sannlíkt, at hann aftur fer at royna at sleppa upp í part.
At Boris Johnsson fer úr parlamentinum kemst av, at etiska nevndin sigur seg hava prógv fyri, at hann undir koronasóttini ikki virdi ásetingarnar, men var við í veitslum í Downingstreet 10. Tað hevur Boris Johnsson áður og fleiri ferðir noktað, at hann hevur gjørt.
Boris Johnsson var forsætismálaráðharri frá juli 2019 til september 2022. Liz Truss loysti hann av, men hon var bara í sessinum í 44 dagar. Síðani hevur Rishi Sunak verið forsætismálaráðharri, og nú verður roknað við, at Boris Johnsson fer at finnast harðliga at honum, og at hann fer at bjóða honum av, um meiningarkanningarnar ikki vera frægari hjá konservativa flokkinum, enn tær nú eru.