Ongi úrslit

Borgný Súsonnudóttir Hansen vart ph.d. á SDU

Á myndini frá vinstru: Lars Dalskov Mosgaard, Tobias Neher, Borgný Súsonnudóttir, Stefan Stenfelt og Jesper Roed Sørensen
Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
14. oktober kl. 15:30

Fríggjadagin 10. oktobur vardi Borgný Súsonnudóttir Hansen ph.d.-ritgerð sína á Syddansk Universitet.

Ritgerðin snýr seg um ávirkanina av stuttari viðgerðarseinking á ljóðgóðskuni í hoyritólum við opnari tillaging. Ritgerðin kallast: The Effects of Short Processing Delay on Sound Quality in Open-Fit Hearing Aids: Candidacy, Preference, and Real-Life Experiences.

Borgný hevur verið innskrivað sum vinnu-ph.d.-lesandi á Teknisk Audiologi við granskingareindina fyri Oto-Rhino-Laryngologi á Syddansk Universitet. Hon hevur arbeitt hjá fyritøkuni WS Audiology.

Tobias Neher, professari á Klinisk Institut, Syddansk Universitet, var høvuðsvegleiðari. Georg Stiefenhofer, Dina Lelic og Lars Dalskov Mosgaard, serfrøðingar hjá WS Audiology vóru hjávegleiðarir.

Í metingarnevndini vóru:
Susan Scollie, professari, University of Western Ontario
Stefan Stenfelt, professari, Linköping University
Jesper Roed Sørensen, kliniskur professari, Syddansk Universitet og Odense Universitetshospital, formaður

Samandráttur

Næstan áttandi hvør dani hevur skerda hoyrn, men bert helvtin av hesum brúkar hoyritól (HA). Óviðgjørd skerd hoyrn førir ofta til sosialt einsemi, og gransking vísir, at tað kann økja vandan fyri kognitivari afturgongd og demensi. Ljóðgóðska er ein lyklapartur í nøgdsemi við og nýtslu av hoyritólum. Ein týdningarmikil faktorur, sum ávirkar ljóðgóðskuna í hoyritólum við opnari tillaging, er seinkingin millum natúrliga ljóðið og tað viðgjørda ljóðið frá hoyritólinum. Undanfarnar kanningar hava staðfest eina seinking á umleið 10 millisekund (ms), sum tryggjar nøktandi ljóðgóðsku uttan at ávirka talutýðiligleikan í stóran mun. Tó er óvíst, hvussu stutt seinkingin má vera fyri at røkka bestu ljóðgóðsku, og hvussu hetta ávirkar móttøku og nýtslu av hoyritólum. Hjá WS Audiology er ein framkomin hoyritólspallur nýliga mentur, sum gevur møguleika fyri hoyritólum við einari seinking uppá 0.5 millisekund.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

16 tímar síðan

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

11 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03