Seinnapartin i dag helt Borg 20 ára føðingardag í nýggju hølunum i Runavik.
Har vóru nógv fólk komin at hátiðarhalda stóra føðingardagin.
Countrykongurin Hallur Joensen og hansara menn undirhildu, og so var borðreitt við øllum góðum.
Rodmund Nielsen, stjóri og eigari keypti í síni tíð Timburhandilin Runavík saman við Jóhannusi Danielsen á Toftum og Jónsvein Knudsen sála í Saltangará.
Navnið varð broytt til BORG, og í 2011 keypti Rodmund Nielsen allan partapeningin.
Talan hevur verið um støðuga framgongd og menning. Rodmund keypti fyrst Klaksvíkar Timburhandil og seinni Havnar Timburhandil, sum báðir broyttu navn til BORG, og fyrr í ár flutti høvuðsdeildin úr Runavík og inn á Glyvrar, har høvuðsdeildin nú húsast í seks hallum.
Tá ið Rodmundur á 20 ára føðingardegnum hyggur aftur um bak og tekur saman um, so sigur hann soleiðis:
- Eg tørni glaður og væl upplagdur út og fari hvønn morgun glaður og takksamur til arbeiðis, og tað gongur væl., Fólkið hevur tikið BORG til sín, og kundaskarin er stórur, og vit síggja fólk alla staðni frá í handlunum og serliga er tað hugaligt, at ferðslan er so stór í nýggja og stásiliga bygninginum á Glyvrum, har tað er vítt til veggja og høgt til loftið, og har tað altíð eru tøk parkeringspláss.
Rodmundur Nielsen hevur altíð havt og hevur framvegis nógv jørn í eldinum. Frá 2000 til 2006 var hann borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og 2005 til 2006 var hann formaður í Kommunusamskipan Føroya.