Ongi úrslit

Borðtennis: 12 ára gamal vann A-bólkin

Fimta og næstseinasta Grand Prix-umfar í hesum kappingarárinum varð spælt í høllini í Trongisvági í dag, har 49 leikarar úr Tór og TBF luttóku í átta ymiskum styrkibólkum.

Edvin H. Niclasen
27. januar kl. 12:04

Fleiri av profilunum og undanfarnu A-bólkavinnarunum í ár, Fróði Fríðason Jensen, Hallur Thorsteinsson og Anton Snygg, vóru ikki við í dag, og tískil var kappingini frammi í oddanum nærum púra opin.

Nýggjur maður á trónuni er 12 ára gamli Rasmus Teitsson í Skorini, sum í bólkafinaluni vann á 20 ára gamla A-landsliðsleikaranum, Ára Fríðasyni Jensen. Hetta var vorðið sum spennandi og væl leikt finala, ið endaði 3-2 til Rasmus við 11-5 í avgerandi setti. Rasmus er harvið yngsti leikarin, sum hevur megnað at vinna A-bólkin í einari Grand Prix-kapping.

Síðsta vikuskifti vann Rasmus tvey gullheiðursmerki í íslendsku kappingini BH Open, nevniliga aldursbólkarnar U13 og U15, so sigast má, at stórtalentið úr Tór er væl koyrandi í løtuni. Næsta vikuskifti fer hann aftur uttanlands at kappast, tá hann saman við føroyska ungdómslandsliðnum fer til danska býin Roskilde at luttaka í Roskilde Stævne.

Í B-bólkinum vóru tað teir royndu harrarnir úr ávikavist TBF og Tór, Edvard Faa Nårstad og Jóel E. Bringsberg, sum settu seg á tey bæði fremstu plássini og harvið tryggjaðu sær uppflyting til A-bólkin í næstu kapping. C-bólkin vann Teitur Haraldsen Albinus, og flytur hann saman við liðfelaganum Suna á Lava upp í B-bólkin.

Sigrunum í bólkunum D, E, F og G tóku TBF-leikarar sær av. Hesir leikarar vóru Benjamin Simonsen, Pumin Poulsen, Rúnar Gunnarsson og Rói Ragnarson Mortensen. Niðasta bólkin, H, har nógvir nýbyrjarar vanliga luttaka, vann Aron Kruse Niclasen úr Tór. Hetta var fyrstuferð hann var til kapping, og flytur hann longu nú ein styrkibólk upp.

Sætta og seinasta Grand Prix-umfar verður spælt 15. februar í høllini á Hálsi í Havn.

Úrslit - 5. Grand Prix umfar

Bólkur A

1. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)

2. Ári Fríðason Jensen (Tór)

3. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)

4. Jósva Fonsdal Højgaard (TBF)

5. Kai Roest (TBF)

6. Poul Knút Poulsen (TBF)


Bólkur B

1. Edvard Faa Nårstad (TBF)

2. Jóel E. Bringsberg (Tór)

3. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)

4. Jákup Margar Debess (Tór)

5. Hadassa S. Christiansen (Tór)

6. Bogi Gardar Bringsberg (Tór)


Bólkur C

1. Teitur Haraldsen Albinus (Tór)

2. Suni á Lava (Tór)

3. Rókur Løkjá (Tór)

4. Viljar Dulavík (Tór)

5. Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)

6. Tummas Wilhelm (Tór)

7. Maiken Hammer (TBF)


Bólkur D

1. Benjamin Simonsen (TBF)

2. Filip Restorff (Tór)

3. Allan Christiansson (TBF)

4. Levi Simonsen (TBF)

5. Liam Steinkross (TBF)


Bólkur E

1. Pumin Poulsen (TBF)

2. Elias Otthamar Olsen (Tór)

3. David Simonsen

4. Baldur Garðshamar (TBF)

5. Teitur Jespersen (Tór)

6. Filip Thorsteinsson (TBF)


Bólkur F

1. Rúnar Gunnarsson (TBF)

2. Erik Biskopstø (Tór)

3. Christian Restorff (Tór)

4. Adrian Gunnleifsson Hvíthamar (Tór)

5. Dávur Dionsson (TBF)

6. Mattias Holm (TBF)


Bólkur G

1. Rói Ragnarson Mortensen (TBF)

2. Rókur Kjærbo (TBF)

3. Angelina Øster (TBF)

4. Heini Trygvason á Váli (Tór)

5. Kaja Thomsen (TBF)

6. Martin Carlsson (Tór)

7. Frej Thomsen (TBF)


Bólkur H

1. Aron Kruse Niclasen (Tór)

2. Jónas Thomsen (TBF)

3. Bára Sørensen (TBF)

4. Helga Mortensen (TBF)

5. Johanna Maria Midjord (TBF)

6. Tristan Zilas Regaspi Jacobsen (TBF)

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er so andstygiligt, at tað sker í hjartað

Í gjár kl. 10:00

Tað sker í eyguni á tveimum løgtingslimum

10. mars kl. 16:40

Eg vil við hesum koma við eini umbering

1 tími síðan

Høgni Hoydal er slett ikki so tvørur sum hann hevði stúrt fyri

11. mars kl. 15:17

Kolldømdu øll framstig tí tey vildu ikki hava sammøður upp í

11. mars kl. 12:40

Marianna, Jasmin og Dania eru skuffaðar og skelkaðar.

8. mars kl. 20:55