Ongi úrslit

Bøndur fáa nú størri ávirkan á ferðavinnuna - og Landsstýrið fær minni ávirkan

Tað skal gera fortreytirnar betri fyri at menna ferðavinnuna í Føroyum

Áki Bertholdsen
7. januar kl. 10:39

Nú skulu bøndur fáa størri ávirkan á ferðavinnuna í Føroyum - og samstundis skal Landsstýrið hava minni ávirkan.

Tað er endamálið við einum uppskoti, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í ferðavinnumálum, fer at leggja fyri Løgtingið í næstum.

Landsstýrismaðurin sigur, at í sambandi við nýggju lógina um burðardygga ferðavinnu, varð ført fram, at tað rættasta er at víðka nevndina í Visit Faroe Islands soleiðis at eisini landbúnaðurin verður umboðaður í nevndini.

Í løtuni er nevndin í Visit Faroe Islands mannað við umboðum fyri ferðavinnuna, ferðaflutningsfyritøkur, kommunurnar, mentan, ítrótt, og landsstýrið.

Visit Faroe Islands er fyrst og fremst stovnað við tí endamáli at marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnuland úti í heimi. Seinni er endamál felagsins víðkað til eisini at fevna um innlendis ferðavinnumenning.

Hetta, og at vit hava fingið eina nýggja ferðavinnulóg, ger, at tað er rættast at víðka nevndina í Visit Faroe Islands soleiðis, at landbúnaðaráhugamál eisini eru umboðað í nevndini, sigur landsstýrinum.

Samstundis verða reglurnar broyttar soleiðis, at umboðið hjá landsstýrinum í nevndini, varðveitir møtirættin og talurættin, men missir atkvøðurættin.

Umboðið fyri Landsstýrið kann nevniliga koma í ta støðu, at áhugamálini hjá Visit Faroe Island, og áhugamálini hjá Landinum, ikki samsvara og tí er tað rættast at umboðið hjá Landsstýrinum bara er eitt umboð, men ikki hevur atkvøðurætt, sigur Høgni Hoydal.

Samstundis verður tað ein uppgáva hjá Visit Faroe Islands, at hjálpa kommununum at leggja ferðavinnuna kring landið til rættis.

Tey sum manna nevndina í Visit Faroe Islands í løtuni, eru:

Johannes Jensen, Gist & Vist, formaður
Jóan Petur Hentze, Tórshavnar Kommuna
Oyvindur av Skarði, Vinnumálaráðið
Jens Meinhard Rasmussen, Smyril Line

Johanna á Bergi, Atlantsflog
Magnus Pauli West, Visit Vágur
Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF
Jenny í Heiðunum, Ferðavinnufelagið

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26