Donald Trump, forseti, hevur koyrt Pam Bondi frá sum løgmálaráðharri. Hettar sigur ein kelda sum kennir til málið, við CNN.
Fyribils tekur varaløgmaðurin, Todd Blanche, yvir, og fer hann at virka sum løgmálaráðharri í hennara stað.
Forsetin skrivaði á miðli sínum Truth Social, at Bondi fór at skifta til eitt nógv tiltrongt og týdningarmikið nýtt starv, í tí privata geiranum. Eisini rósti hann henni fyri arbeiðið í hansara umsiting og gav harafturat onga serliga orsøk til, hví hon hevur fingið sekkin.
Tó er onkur anonym kelda sum kennir til umrøðurnar í Hvítu Húsunum, sum sigur við fleiri miðlar, at Trump er vorðin alsamt meira frustreraður av Bondi.
Viðkomandi leggur afturat, at meðan Trump dámar hana sum persón, so heldur hann ikki, at Pam Bondi hevur framt hansara visjón á tann hátt, sum hann vil hava tað gjørt. Umframt tað, heldur hann at hon hevur dugað illa at viðfarið Epstein-málið.