Ongi úrslit

Bókaprátið við Kristian Eli Andersen

Kristian Eli Andersen, sálarfrøðingur og rithøvundur

Jonhard Hammer
5 tímar síðan

Hvørja føroyska bók vilt tú viðmæla – og hví júst hana?

Eg viðmæli skaldsøguna Barbara eftir Jørgen-Frantz Jacobsen, tí hon vísir, hvussu kærleiki kann fáa tamarhaldið á okkum, broyta okkum og fáa okkum at taka støðu til, hvørji vit eru og hvat vit vilja við lívinum. Skaldsøgan snýr seg um Barbaru og  sambondini rundan um hana. Fyri meg er hon minni ein mynd av einari ávísari kvinnu og meira ein mynd av lívskraft, tráan og  órógv, sum er í okkum øllum. Barbara vekir longsul, vón og pínu hjá teimum, sum elska hana. Gjøgnum hana verða vit konfronterað við okkara tørvi á nærleika, ótta fyri at missa og  ynski um at verða vald.

Hvat ger hesa bókina serliga í tínum eygum?


Tað serliga við bókini er eksistentiella dýpdin. Hon vísir, hvussu kærleiki kann broyta okkara sjálvsfatan og seta okkum í samband við bæði styrkir og ótryggleika. Persónarnir spegla seg í hvørjum øðrum og uppdaga, hvørji tey eru, tá tey veruliga møta einum øðrum menniskja.


Hvat sat eftir hjá tær, tá tú hevði lisið hana?


Eg las bókina, tá eg var 19 ára gamal, og bókin bæði hugtók og órógvaði meg. Eg var upptikin av, hvussu sterkt menniskju kunnu dragast hvør at øðrum, eisini tá tað er svárt, og hvussu trupult tað er at skilja sínar egnu kenslur, tá tað kemur til kærleika. Bókin fekk meg at hugsa um, hví vit velja, sum vit gera, og hvat vit veruliga leita eftir í einum øðrum menniskja.


Um tú skuldi givið bókina víðari til ein ávísan persón – hvør hevði tað verið?


Um eg hevði skulað givið bókina víðari til ein ávísan persón at lesa, so hevði tað nokk verið børnini hjá mær, tá tey eru nóg gomul. Sum ein innbjóðing at hugsa um, hvat kærleiki krevur av okkum, hvussu vit velja ein lívsfelaga, hvussu vit taka ábyrgd av okkara kenslum, og hvussu vit handfara bæði forelskilsi, vónbrot og skilnað í okkara egna lívi.


Mest lisið hesa vikuna

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

26. mars kl. 21:47

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

17 tímar síðan

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

24. mars kl. 12:56

Javnstøða má eisini fevna um dreingir, menn og pápar.

24. mars kl. 08:59