Ongi úrslit

Bókaprátið við Elin Michelsen

Elin Michelsen, útvarpsvertur og rithøvundur

Jonhard Hammer
4 tímar síðan

Hvørja føroyska bók vilt tú viðmæla – og hví júst hana?


Bókin, sum eg vil viðmæla, hevur fylgt mær ein stóran part av lívinum, tí fyrstu ferð eg las hana, gekk eg í Hoydølum, har dyrnar vóru latnar upp til skaldskapin hjá Williami Heinesen, sum síðan hevur spælt ymsar leiklutir í mínum lívi. Bókin, sum eg vil viðmæla, er Móðir Sjeystjørna, og eg havi lisið hana bæði á føroyskum og á donskum, og eg haldi at eg má siga, at mær dámar betur donsku útgávuna, sjálvt um eg las ta føroysku fyrst, og tað var henni, eg fall fyri frá byrjan. Móðir Sjeystjørna er ein lítil og lítillátin bók, sum sigur eina søgu um smá menniskju í einari lítlari bygd; men í hesari bók, sum kann vera trupul at fáa eyga á í einari bókahyll, rúmast samstundis allur alheimin í teimum umleið 135 síðunum, henda bók varar. Vit hoyra í henni ættarsøguna um Jákup Sif, dóttrina Antoniu og dreingin, og um øll tey, ið sveima inn og út úr lívinum hjá hesum trimum.


Hvat ger hesa bókina serliga í tínum eygum?


Í mínum eygum snýr hon seg um, hvussu stórt tað er at vera menniskja, líkamikið hvar hann, ið øllum valdar, hevur valt at seta teg á hesa jørð, og um hvussu stórt virði hvørt einstakt lív hevur, tí tað er elskað – um tað veit av tí ella ikki. Sum sagt, so las eg hesa bók fyrstu ferð á føroyskum í Hoydølum, og aðru ferð umleið sjey ár seinni, tá eg gjørdist mamma og fekk bókina á donskum í gávu, við áskriftini: - Eitt ‘must’ hjá øllum nýggjum foreldrum Tá eg las bókina aðru ferð, var eg eitt annað menniskja, og las tí bókina úr einum øðrum sjónarhorni, og enn var hon eins góð og fyrstu ferð, tí henda bók dugir so nógv.


Hvat sat eftir hjá tær, tá tú hevði lisið hana?


Hon er eym og innilig og so full av kærleikanum, unga mamman hevur fyri barninum. Hon er eisini naiv, tá tað eru eygnuni á barninum, sum síggja heimin, sum verður skapaður umaftur og drongurin skilar sínar egnu veruleikar út frá tí, sum tað hevur hoyrt, lært og sæð. Frá at síggja mammuna sum alt, ið er til, til at heimurin spakuliga veksur og onnur og annað sleppa upp í part. Umframt hetta síggja vit heimin, sum tað hann eisini kann vera – harður og eirindaleysur við bæði sek og ósek. Sjónarhornini eru so nógv, at ein skuldi trúð at tað eigur at vera ógjørligt at stappa so nógv innihald í eina so lítla bók, men hon spælir upp á so nógvar streingir og kenslur, at hon kennist so konsentrerað sum ein bótamoli. Og eins og ein bótamoli, so má hon eisini vatnast eitt sindur út, og njótast í bitum, tí tað gerst so intenst at liva einfalda lívið hjá hesum smáu menniskjum fyri langari tíð síðan, sum framvegis hava so nógv at læra okkum


Um tú skuldi givið bókina víðari til ein ávísan persón – hvør hevði tað verið?


Eg haldi at eg vil viðmæla øllum at lesa hesa bókina, men mest av øllum er hon til teirra, sum eru á veg at gerast foreldur, ella sum kanska júst hava fingið eitt nýtt lív í varveitslu. Hon er ein gáva, sum kann endurljóða í nýggja stóra leiklutinum, sum tey hava fingið.


Mest lisið hesa vikuna

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

26. mars kl. 21:47

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

17 tímar síðan

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

24. mars kl. 12:56

Javnstøða má eisini fevna um dreingir, menn og pápar.

24. mars kl. 08:59