Skaldsøgan 1804 hjá Rúna Bjarkhamar flytur lesaran inn í eina søguliga broytingartíð og sipar til árið, tá Royndin Fríða varð smíðað suðuri í Vági. Gjøgnum eina frásøgn, har fiksjón og søguligt tilfar verða flættað saman, fáa vit føroyska søgu lýsta á ein nýggjan hátt.
Søgan tekur støði í tíðini eftir fronsku kollveltingina og fylgir fransmanninum Jean Paul, sum kemur til Føroya við upplýsingartíðarhugsjónum um framburð og broyting. Her møta vit einum samfelag, merkt av fátækradømi, afturhaldi og stríðnum fyri menning.
Bókin lýsir lív, hugsjónir og samfelagsviðurskifti í Føroyum í 18. øld, har nýggjar tankar, gomul siðvenja, trúgv og broytandi handilsviðurskifti mynda eina tíð við stórum umskifti.
(kelda: Sprotin)

Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur: Rúni Bjarkhamar
Bólkur: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Rúni Bjarkhamar
Umbrot: Else Sjúrðaberg
ISBN: 978-99972-1-612-0
Útgávudagfesting: 31. august 2025
Um rithøvundan:
Rúni Hjelm Bjarkhamar (f. 1964) er uppvaksin í Vági og hevur búð í Leirvík síðan 1991. Hann er útbúgvin lærari og hevur starvast í føroyska fólkaskúlanum í meira enn 30 ár, serliga í Skúlanum við Streymin.
Hann vann í 2005 eina stuttsøgukapping við søguni Listin í triðju skuffu, sum seinni varð prentað í lesibókini Dropar til 8. flokk. Rúni hevur eisini ritstjórnað lesibøkur til undirvísing, m.a. Les 1, og bøkur til føroyskt sum annaðmál.
Í 2014 gav hann út bókina Maðurin og dreymurin um Martin Luther King og hevur harumframt týtt stuttsøgusavnið Ringasta loyndarmálið. Hann hevur eisini skrivað greinir í Skúlablaðnum.
Listin Topp 5 - Keyptar bøkur:
Rit & Rák
Kavafonnin grætur – Jógvan Isaksen
Svørt orkidé – Vónbjørt Vang
Føroysk mineral & grótsløg – Lis Mortensen, Barbara Biskopstø Thorsteinsson, Uni Árting
Tað sum eftir er – ymiskir rithøvundar
Hey ☺ - Trygvi Danielsen
Topp 5 – Útlán:
Bólasavnið við Løkin
Marta Marta – Marjun Syderbø Kjelnæs
Svørt orkidé – Vónbjørt Vang
Altartalvan – Jógvan Isaksen
Summarið varar ikki alt árið longur – Katrin Ottarsdóttir
1804 – Rúni Hjelm Bjarkhamar
Klaksvíkar bókasavn
Flytifuglar – Elin á Rógvi
Sálarfrøði – Heri Kragesteen
Svørt orkidé – Vónbjørt Vang
Todi – Sólvit Nolsøe
Marta Marta - Marjun Syderbø Kjelnæs
Býarbókasavnið
Svørt orkidé - Vónbjørt Vang
Kavafonnin grætur - Jógvan Isaksen
Gula hurðin – Jón Thorsteinsson
Lognbrá – Heðin Brú
Hevnd – Petur Mohr Reinert
(Listin er frá 20.februar 2026)