Tað er ikki bert hitabylgja sum kann koma at órógva feriuna sunnanfyri í ár.
Um tú, sum nógvir føroyingar, ætlar tær í summarfrí til Mallorca ella Ibiza, kanst tú eisini enda í einari sera truplari støðu, vegna verkfalli.
Tvey av størstu fakfeløgunum í Spania boða nevniliga frá verkfalli millum starvsfólk í hotell- og matstovuvinnuni, mitt í háárstíð, frá 10. juli á Balearisku oyggjunum í Miðalhavinum.
Balearisku oyggjarnar fevna um, umframt Mallorka og Ibiza, eisini Menorka og Formentera.
Eftir at sáttmálasamráðingarnar millum hotell- og matstovuvinnuna og fakfeløgini UGT og Comisiones Obreras eru brotnar, er altso nú endaligt boðað frá verkfallinum.
Tað skrivar spanska blaðið El País.
Ósemja um løn er orsøkin, har fleiri enn 180.000 løntakarar verða raktir. Tað eru starvsfólk innan hotell, skeinkistøð, matstovur, kaffistovur og náttklubbar sum leggja niður arbeiði.
Sí eisini https://dimma.fo/grein/hitabylgja-herjar-a-i-evropa