Sambært amerikanska uttanríkisráðharranum, Antony Blinken, hevur Ukraina tikið 50 prosent av tí økinum aftur, sum Russland upprunaliga hersetti tá kríggið byrjaði.
Tað sigur hann í eini samrøðu við CNN, skrivar tíðindastovan Reuters. Blinken strikar undir, at ukrainska mótálopi júst er byrjað.
Blinken bleiv eisini spurdur um Ukraina fer at fáa amerikansk framleidd F-16 stríðsflogfør. Tað svaraði Blinken, at hann væntar at Ukraina fær.
- Tað týdningarmiklasta at leggja dent á, er at tryggja, at tá teirra hermenn fáa stríðsflogførini so skulu teir eru væl trenaðir til at viðlíkahalda flogørini og brúka tey á ein skynsaman hátt, sigur hann.
Ein samgonga av 11 londum fara frá august at byrja at trena ukrainskar flogskiparar, at flúgva F-16 stríðsflogførini í Danmark. Ein venjingarmiðstøð verður eisini gjørd í Rumenia.