Ongi úrslit

Bíligari kaffi og sjokulátu í Danmark

Men tá tað er sagt, so er tað ikki tí, at hendan stjórnin ikki raðfestir fólkaheilsuna

© Shutterstock
Jóhanna Højgaard
22. august kl. 13:00

Í framtíðini verður tað bíligari at keypa sjokulátu og kaffi, í Danmark í øllum førum.

Danska stjørnin fer at avtaka sjokolátu- og kaffiavgjaldið, sigur formaðurin í Venstre, Troels Lund Poulsen, undan summarbólkafundinum hjá flokkinum fríggjadagin.

-Tað er greitt gingið upp fyri donsku stjørnuni í summar, hvussu stúrir nógvir danir eru fyri hækkandi prísum. Og tað stúranina noyðist tey at taka í álvara, annars væntar ein harðlig revsing frá veljarunum.

-Tí eru tey nú farin at oysa út gávur í skapi av skattalættum, vælkomin til “innkeypskurvavalið” sigur Hans Redder, politiskur ritstjóri á TV2.

Herfyri boðaði stjørnin eisini frá, at tey fara at seta el-avgjaldið munandi niður fyri tey komandi tvey árini

Serfrøðingar kritisera uppskotið hjá stjórnini um at taka hettar gjaldið av.

Tað fær avleiðingar fyri fólkaheilsuna, sigur Inge Tetens, professari í kost og heilsu á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, við DR.

Men tað sjónarmiðið deilur Troels Lund Poulsen ikki við teimum.

- Eg haldi, at tað er sera skilagott, at vit nú strika hesi bæði avgjøldini, men tá tað er sagt, so er tað ikki tí, at hendan stjórnin ikki raðfestir fólkaheilsuna, sigur hann við TV 2.

Spurdur um hví tey ikki heldur gera grønmeti og oksakjøt bíligari, svarar hann

- Vit hava valt nakað, sum hevur ávirkan alt fyri eitt á danir, sum beinanvegin kunnu merkja, at teir hava fleiri pengar í hondini.

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

22 tímar síðan

Sissal fer at biðja sær farloyvi

17 tímar síðan

Hava ikki funnið gerningsmannin enn

16. oktober kl. 07:45