Ongi úrslit

Bilførari fekk koyriforboð í gjár

Hann koyrdi alt ov skjótt - og hann fall fyri regluni um óroyndar bilførarar

Áki Bertholdsen
15. februar kl. 09:13

Í gjár var løgreglan á velbastaðvegnum í Havn, á strekkinum út ímóti Norðasta Horni. Har er eitt stutt strekki, har tað er loyvt at koyra 80 og akkurát á tí strekkinum varð ein bilførari tikin í gjár fyri at koyra heilar 127 kilometrar um tíman. 

Undir vanligum umstøðum hevði bilførarin mist koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann hevði sloppið at koyrt, men skuldi kortihi upp til nýggja koyriroynd í næstum, fyri ikki at missa koyrikortið heilt.

Men her var talan um ein óroyndan bilførara, sum hevði havt koyrikortið styttri enn trý ár. Tað eru nógv strangari reglar fyri bilførarar, sum hava havt koyrikortið styttri enn trý ár.

So í hesum førum fekk hann beinleiðis koyriforboð - og sostatt kann hann ikki koyra bil aftur fyrr enn hann hevur tikið koyrikortið umaftur. 

Mest lisið hesa vikuna

Eg vil við hesum koma við eini umbering

17 tímar síðan

Hetta er so andstygiligt, at tað sker í hjartað

Í gjár kl. 10:00

Tað sker í eyguni á tveimum løgtingslimum

10. mars kl. 16:40

Høgni Hoydal er slett ikki so tvørur sum hann hevði stúrt fyri

11. mars kl. 15:17

Tóku koyrikortið frá gomlum bilførara

Í gjár kl. 07:42

Kolldømdu øll framstig tí tey vildu ikki hava sammøður upp í

11. mars kl. 12:40