Ongi úrslit

Bilførarar fløktust í rundkoyring í Havn

Bilførarar fløkjast í rundkoyringini framman fyri Glasir. Myndin er frá Umhvørvisstovuni
Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

Í gjár var løgreglan úti við Glasir og kannaði ferðsluna. Tað gjørdu tey tí tey vita av royndum, at fleiri bilførarar fløkjast í rundkoyringini beint frammanfyri Glasir, har bilar steðga og seta næmingar av.

Og tað gjørdu tveir bilførarar eisini í gjár tað løtuna løgreglan var til staðar.

Løgreglan sigur, at tað, sum hendur er, at fleiri bilførarar koyra øvugtan veg í rundkoyringina, hóast talan er um vanliga høgrakoyring, akkurát sum í øllum øðrum rundkoyringum.

So tað fáa hesir báðir bilførararnir bót og klipp í koyrikortið fyri, sigur løgreglan

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Myndir: Lív í umborð

Í gjár kl. 19:20

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50