Samanumtikið er hendan bíleggingarskipanin, Strandferðslan hevur nú, tann besta.
Tað sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Nú er nakað síðani, at Strandferðslan fekk ein skipan, har tað ber til at keypa ferðaseðlar á internetinum á fleiri rutum, eisini á suðuroyarleiðini.
Ikki øll hava verið so nøgd við skipanina og tí hevur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, spurt landsstýrismannin, hvussu tað gongur við hesi skipanini, og hvat hon hevur kostað.
Landsstýrismaðurin sigur, at higartil hevur bíleggingarskipanin kostað 852.950 krónur, og eftirlitsskipanin á landi, har fólk ganga og halda skil á, kostar góðar 41.000 krónur um vikuna og higartil hevur hon slakar 1,9 milliónir.
Harafturat kostar skipanin 8.145 krónur um mánaðin, uttan mvg, at umsita.
– Bíleggingarskipanin hevur gjørt tað lættari hjá ferðafólki at ferðast, sigur landsstýrismaðurin.
– Nú slepst undan at standa í bíðirøðum í tímavís áðrenn fráferð, uttan at vita, um pláss er umborð, og hetta eru ferðafólk fegin um.
– Tað eru eisini ábendingar um, at fleiri útlendsk ferðafólk eru farin at ferðast við strandferðsluni, nú tey kunnu bíleggja sær pláss frammanundan.
Harumframt hevur bíleggingarskipanin eisini gjørt tað munandi lættari hjá starvsfólkunum umborð á strandfaraskipunum at leggja arbeiðið til rættis, tí tey nú vita frammanundan, hvussu nógv akfør, ferðafólk og farmur er við á hvørjum túri.
Bíleggingarskipanin ger eisini, at tað ber til at skipa farmaflutningin betur og tí er tað ikki longur tørvur á at leiga eitt eykaskip sum Herjólf til farmaflutning um Suðuroyarfjørð.
– Hetta er eisini ein munandi sparing fyri landskassan, sigur Jóhan Christiansen.
Eingi nýggj starvsfólk eru sett hjá Strandferðsluni í sambandi við nýggju bíleggingarskipanina og eftirlitsskipanina.
Í sambandi við Smyril er tann serliga støðan, at ein uttanhýsis veitari er settur at halda skil á bilarøðunum.
Talan er um 1-2 starvsfólk á farstøðini í Tórshavn, alt eftir hvønn túr talan er um, og 1-2 starvsfólk á Krambatanga, alt eftir hvønn túr talan er um.
Tá ið bíleggingarskipanin fyri ferðafólk til gongu varð sett í verk í vár, vórðu uttanhýsis starvsfólk sett at stýra bilarøðunum. og til at hava eftirlit við landgongdini.
Tað vísti seg tó, at manningin umborð á Smyrli kundi sjálv hava eftirlitið við landgongdina, og tað hevur eisini havt nakað av sparing við sær.
– Strandferðslan arbeiðir miðvíst við at finna tekniskar loysnir, sum kunnu minka um tørvin á starvsfólki til ferðslustýringina, uttan at tað verður ov dýrt.
Jóhan Christiansen sigur, at verandi skipan er tann besta, tí ein sjálvvirkandi skipan kann ikki loysa uppgávuna, og tað er av hesum orsøkum.
1. Í tunlum verður bara bilurin skrásettur. Men hjá Strandferðsluni verður rindað fyri øll ferðafólk tí ferðaseðilin fyri bilar er bara galdandi fyri bil og førara.
2. Plássið á Krambatanga er ov lítið, tí Smyril tekur fleiri bilar enn tað er pláss til á ferjuleguni. Tí er neyðugt at hava fólk á landi at halda skil á.
3. Ein avgerandi partur av virkseminum á suðuroyarleiðini er farmaflutningur. Bíleggingarskipanin tryggjar, at plássið umborð verður nýtt á best møguligan hátt til bæði akfør og farm.
Ein einføld videoskipan hevur ongar møguleikar havt at klára hesa fløktu uppgávuna.
Annars hevur Strandferðslan kannað kostnaðin av sjálvvirknum check-in skipanum. Ein loysn, sum er partvís sjálvvirkin - men sum kortini krevur manning, er mett at kosta áleið 3-4 milliónir krónur.
Afturat hesum koma ókendir, men hægri kostnaðir fyri at samansjóða eina slíka skipan við verandi bíleggingarskipan hjá Strandferðsluni.
Strandferðslan hyggur eftir møguleikum fyri eini partvíst sjálvvirknari skipan, sum møguliga kann minka um tørvin á starvsfólki.
Men fyribils verður núverandi skipan mett at vera ein munandi bíligari og smidligari loysn Jóhan Christiansen.