Ongi úrslit

Bíðitíðin til útgreining skal styttast

Jan Vestergaard, valevni fyri Fólkaflokkin
6 tímar síðan

Langar bíðitíðir til útgreining kunnu hava stórar avleiðingar fyri bæði børn og vaksin, sum hava tørv á hjálp. Tí er neyðugt at styrkja skipanina, so fleiri fáa skjóta og neyva útgreining. Eitt betri samstarv millum almenna og privata heilsuverkið kann vera ein partur av loysnini.

Í okkara samfelag verður tað alsamt meira týðandi at fáa skjóta og neyva útgreining fyri ADHD og autismu. Tíverri hevur almenna heilsuverkið leingi verið merkt av langari bíðitíð, ið kann hava álvarsamar avleiðingar fyri tey, ið hava tørv á hjálp.

Eitt hugskot hevði verið eitt betri samstarv millum almenna og privata heilsuverkið. Um privatar klinikkir taka lut í útgreiningararbeiðinum, kunnu vit lætta um trýstið á almenna heilsuverkinum. Hetta krevur tó, at fíggjarlig játtan verður sett av til endamálið.

Ein onnur loysn kundi verið at ment eina serliga útbúgvingar- og viðlíkahaldsskipan fyri serlæknar og onnur fakfólk innan ADHD og autismu. Við at gera hetta økið meira attraktivt og trygt fíggjarliga, kunnu vit fáa fleiri at velja hetta sum yrkisleið. Hetta kann gerast við at bjóða stuðul til útbúgving, hægri løn ella góðar arbeiðsumstøður.

Við at hava betri tilfar og útbúgving til lærarar, námsfrøðingar og hjálparfólki, kunnu vit hjálpa lærarum, námsfrøðingum og hjálparfólki betri at lofta børnum við ADHD og autismu, og soleiðis gera gerandisdagin lættari hjá børnum. 

Vit mugu veruliga seta inn á hesum økinum. Vaksandi tørvurin á útgreinan og umlætting, ger tað ikki lættari. Tí mugu vit seta pening av til hetta økið, soleiðis at okkara elskaðu børn og okkara vaksnu, hóast teirra avbjóðingar, fáa teir javnbjóðis møguleikar, sum teirra javnaldrar, ið ikki stríðast við somu avbjóðingum. 

 Við vón um eina betri framtíð fyri okkara børn og vaksin við autismu og ADHD.

Jan Vestergaard,

valevni fyri Fólkaflokkin

 

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

Í gjár kl. 19:39

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

23 tímar síðan

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49