Ongi úrslit

Bíðilistar eru ikki vælferð

Fróði Hammer, valevni fyri Fólkaflokkin
13 tímar síðan

Heilsuverkið skal vera ein tryggleiki hjá borgaranum – ikki ein bíðirøð. Tó mugu alt ov nógv í Føroyum í dag bíða mánaðir eftir at verða útgreinað og koma í viðgerð. Tað er ikki vælferð.

Tá ið fólk bíða ov leingi, fær tað avleiðingar. Sjúkur verða verri, óvissan veksur, og familjur kenna seg máttleysar. Tað er ikki virðiligt fyri eitt samfelag, sum sigur seg raðfesta vælferð.

Starvsfólkini í heilsuverkinum gera eitt framúr gott arbeiði hvønn dag. Trupulleikin liggur ikki hjá teimum – hann liggur í politisku skipanini. Heilsuverkið hevur í ov langa tíð verið skipað uttan greiða kós, uttan nóg gott yvirlit og uttan veruliga ábyrgd.

Vit mugu tora at gera broytingar. Bíðilistar skulu styttast, bíðitíðir skulu gerast almennar, og samstarvið millum sjúkrahúsini skal styrkjast. Tað snýr seg ikki bara um fleiri pengar – tað snýr seg um at skipa heilsuverkið betur og fáa meira burtur úr hvørjari skattakrónu.

Eitt vælvirkandi heilsuverk er ein kjarnutænasta í okkara samfelagi. Tí mugu politikarar eisini tora at taka ábyrgd og raðfesta tað hægri.

Bíðilistar eru ikki vælferð. Tað vil eg gera nakað við.

X við Fróða Hammer  

Valdið til fólkið

– Vel Fólkaflokkin 26. mars


Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01