Ongi úrslit

Betur er spillandi hond enn sannmælt tunga...

Carl Jóhan Jensen
8. sepember kl. 10:30

…hmm…fríggjamorgunin gekk ein jarðskjálvti gjøgnum politisku skipanina í Bretlandi… bretski varaforsætisráðharrin og næstforkvinnan í Verkamannaflokkinum, sum eisini sat við bústaðarmálum í stjórnini hjá Keir Starmer, Angela Rayner, noyddist at siga seg frá øllum sínum politisku álitisstørvum…

…fyrr um morgunin  hevði ein óheftur ráðgevi hjá stjórnini um siðareglur fyri ráðharrar, sir Laurie Magnus, í einum uppriti til forsætismálaráðharran staðfest, at Angela Rayner hevði brotið siðareglurnar, tá ið hon í sambandi við eitt íbúðarkeyp forsømdi at leita sær álítandi upplýsingar hjá skattavaldinum um sokallað stempul-gjøld og tískil rindað minni enn hon átti…

…hvar hesin fráfaringarskjálvtin mundi vera á politisku Richter-talvuni…er ilt at siga…men ið hvussu er merktist hann í Føroyum…í Kringvarpinum…

…í nátturðatíðindunum fríggjakvøldið var viðtal við ein sinniligan stjórnmálafrøðing og til tað væl at sær í bretskum viðurskiftum…viðtalstakarin afturímóti ljóðaði ikki sørt ovfarin á málinum… hvussu tað bar til, at ein so høgtsettur limur í bretsku stjórnini sum Angela Rayner noyddist frá…hvat var á vási…?...spurdi hon…

…og ikki meir enn vón…

…í Føroyum er lítarloysi í politiskum starvi…annaðhvørt í landsstýri ella á løgtingi…ikki rokna fyri gilduga fráfaringargrund…ið hvussu er ikki um bakstøðið er vinna, trúgv ella staðbundin seráhugamál…brot á lógir og mishildnar siðareglur vilja oftari enn ikki geva politikarum samhugabyrð í atkvøðuseglini…og tað gevur at bíta, hvørja ferð okkurt ivasamt kemur undan kavi um politikarar við bakstøði…sum sagt… í vinnu, trúgv ella staðbundnum seráhugamálum…og ikki um at tala ber Kringvarpið ófrættirnar…tá er tað beinanvegin, at makt og hinir miðlarnir… flestir…  við ein munn rópa slíkt upp á útspilling…vinstrasinnaða øvund, fananskap…enntá fólkasvik…

…íðan er tað enn sum fyrr galdandi, ið Heðin Brú sigur frá í „Feðgum á Ferð“ um ein sóknarformann… tá hann stjól úr kommunukassanum harmaðust fólk formannin og fyri at ugga valdu tey hann til roknskapargranskara í sjúkrakassanum og tarvafelagsformann afturat øðrum álitisstørvum…

…í Bretlandi eru miðlar og veljarar ikki so náðiligir…skjótari at velja lítarloysi frá…og trekari við samhuganum… vera høgtsettir politikarar tiknir í at bróta lógir ella mishalda siðareglur fær  teirra politiski frami ein bráðan enda…sama hvør ber tíðindini… ella hvat bakstøðið hjá er… ella hvønn flokk viðkomandi umboðar…sjálvt ikki forsætisráðharrin  hevur friðhalgi…

…ella líka veit eg…soleiðis limraði íspegilin í morgun…:…

Tó Rayner fékk sekkin sum ráðfrúgv,

Enn ræður í føroyum tann samtrúgv,

Var hon bert hann-kyn

Og nógv minni hon-lin,

 var frúgvin helst ikki so ódrúgv.

Tí í føroyum forstanda vit øll

Og fær okkum trúføst sum trøll,

At munur er á,

Tá menn siga frá,

Íðan flyta menn sannleikans fjøll.

So hvat ið nú hon-kyn vil halda,

Fer hann-kynið altíð at valda.

Um teir skíta á skatt,

So snýta teir rætt

Og sannførd vit fagnandi gjalda.

…spyrst so spillist…

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

16 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

22 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03