Ongi úrslit

Betri hevur í ár stuðlað gransking við 3 milliónum krónum

Endamálið hjá Betri samtakinum er millum annað at skapa tryggleika í Føroyum við at stuðla samfelagsgagnligt virksemi

Betri Marknaðardeildin
23. sepember kl. 15:54

Betri samtakið hevur í ár játtað 3 milliónir krónur til sjey ymiskar kanningar og granskingarverkætlanir.

Endamálið hjá Betri samtakinum er millum annað at skapa tryggleika í Føroyum við at stuðla samfelagsgagnligt virksemi.

Betri samtakið hevur millum annað lagt dent á at menna vitan og vísindi í Føroyum og á henda hátt vera við til at styrkja okkum sum samfelag.

Einaferð um árið verður stuðul latin granskarum.

Í 2025 er stuðul latin til hesar granskarar:

•                          • Anna Elisabeth Holm, Fróðskaparsetrið, Mál, inklusjón og arbeiðsmarknaður. At menna málrættaða annaðmálsundirvísing til vaksnar tilflytarar

 

•                          • Eina H. Eliasen, Fróðskaparsetrið, Umskifti til pensjónslívið og trivnaður hjá føroyingum

 

•                          • Ingi H. Højsted, Phd.lesandi, Fróðskaparsetrið, At verkseta PISA gransking: Ein design granskingartilgongd til at menna støddfrøðiligt lesføri hjá næmingum í hádeild fólkaskúlans

 

•                          • Karin Habermehl-Cwirzen, Fróðskaparsetrið, Endurnýtsla av útgrivnum gróti sum nýhugsandi tilfar

 

•                          • Tróndur M. Sandoy og Erika Heyfield, Fróðskaparsetrið, Føroysk ungdómsfráflyting, útbúgving, afturflyting og samfelag: Ein fleirháttalig tilgongd

 

•                          • Maria M. Dahl, Phd.lesandi, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Kortlegging av Føroysku PMCV smittusøguni - virusið handan laksasjúkuna CMS (hjartaklovningur)

 

•                          • Ulrike Steuerwald, Heilsugranskingareindin hjá Sjúkrahúsverkinum, Genetisku orsøkirnar til idopatiska hyperketosu í Føroyum

 

•                          • Heidi Wolles Ljósheim, Phd.lesandi, University of Edinburgh, numerical methods for interacting particle systems and application to PDE- constrained optimazation

 

Harumframt er stuðul játtaður til frálæru um trygd á sjónum, sum Sjónám umsitur.

Í ár komu 23 umsóknir inn og søkt varð um 8,3 mió. krónur.

Tú kanst lesa meira um, hvat Betri samtakið hevur stuðlað á betristudul.fo

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

Í gjár kl. 08:56

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

11 tímar síðan