Ongi úrslit

Bensinstøð sprongd í luftina í Rom

Minnst 45 eru særd

Jóhanna Højgaard
4. juli 2025 kl. 21:35

Upp til 40 fólk, harav nýggju politistar, eru løstaði av brotnum glasi og metalstykkjum.

Tað upplýsir Eva Ravnbøl, tíðindafólk hjá TV 2 í Italia, sum var til staðar við einari spreinging a einari bensinstøð.

- Tað hevur sanniliga verið ein ótrúliga óvanlig og harðlig spreinging.

Tað hendi tá ein stórur tangabilur skuldi fylla bensin í bensinstøðina, og har var helst onkur bensinleki.

Enn er ov tíðliga at siga, hvat orsøkin var til vanlukkuna, sigur hon.

Tíðarfestingin var tó á mangan hátt heppin.

- Beint við síðuna av støðini er ein summarskúli, har bert nøkur fá børn møttu upp og vórðu flutt av staðnum.

Hevði tað hent ein tíma seinni, tori eg ikki eingang at ímynda mær hvat í kundi hent, sigur Eva Ravnbøl.

Fólk sum búgva nær við sprongingina eru biðin at vaska frukt, grøntsakir og annan mat væl, áðrenn tað verður etið.

Eisini mugu tey lata seg kanna, um tey byrja at kenna óbehag í hálsinum

spreinging í Rom

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

Í gjár kl. 19:39

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

Í gjár kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49