Ongi úrslit

Beinir hevur eykakonsert

Føroyski sangarin hevur góða undirtøku á heimavølli

Eyðun Klakstein
1. oktober 2024 kl. 16:44

Poppsangarin Beinir, sum býr og virkar í Danmark, hevur konsert í Løkshøll í Runavík leygarkvøldið 23. november. Nú er konsertin útseld, og eykakonsert er sett á skránna fríggjakvøldið fyri. 

Beinir er búsitandi í Danmark og fylgir sínum tónlistarligu dreymum, og tað gongur støðugt framá.  Í 2023 kom fyrsta staklagið "Greener" út, og higartil í ár hevur hann givið trý onnur stakløg út av heildarútgávuni, ið er ávegis. Fríggjakvøldið framførdi hann sangin "Call Me A Dreamer" í væl umtóktu sjónvarpssendingin Vild med dans.

Beinir fer at hava konsertir saman við bólki sínum í Løkshøll.

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26