Ongi úrslit

Beinir er einmælt afturvaldur

Á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum í Klaksvík í dag segði formaðurin, at flokkurin eftir valið er opin fyri at fara í samgongu við allar hinar flokkarnar

© Myndir: Fólkaflokkurin
Fólkaflokkurin/Beinir Johannesen
2 tímar síðan

Fólkaflokkurin hevur landsfund í Klaksvík í dag.

Á fundinum var Beinir Johannesen einmælt afturvaldur sum formaður.

Her er formansfrágreiðingin:

Góðu tit, góðu fólkafloksfólk.

“Tá vit bygdu hús hjálpti alt grannalagið hvørjum øðrum. At seta formar upp, at stoypa og at byggja so mikið, at vit kundu flyta inn sum skjótast. Tað var ikki so farligt, um húsini vórðu liðug beinanvegin. Tí tað blivu tey við tíðini, tá vit so líðandi gjørdu meira og meira liðugt.”

Hetta fortaldi ein eldri kvinna mær. Og hetta er ikki fyrsta søgan, eg hoyri um júst hetta. Hetta setti nakrar tankar í gongd um, hvussu støðan er á nógvum mótum í dag.

Hetta er ikki bara ein søga um, hvussu tað gekk fyri seg, tá nøkur bygdu hús. Hetta er eisini søgan um eina aðra tíð, har fólk høvdu betri stundir til hvønn annan, og ikki á sama hátt kravdu, at alt skuldi ganga so skjótt og vera perfekt beinanvegin. Ein tíð, har fólk høvdu meir frælsi í gerandisdegnum.

Men hevði hetta borið til í dag? Í øllum førum ikki á sama hátt sum fyrr orsakað av lóggávuni á økinum. Í dag eru bæði fleiri og strangari krøv sett til tey, ið byggja. Krøv, sum dýrka byggingina óneyðuga nógv.

Tá hetta er sagt, skal eg undirstrika, at sjálvandi skulu krøv vera á økinum. Tó skulu vit ikki hava óneyðug krøv, tí tað skal ikki vera torførari enn tað longu er at seta føtur undir egið borð.

Og tað er eisini tað, sum vit í Fólkaflokkinum hava arbeitt og arbeiða hart fyri. Millum annað við at føra fram, at bygningskunngerðin eigur at broytast, fáa betri og skjótari mannagongdir innan matrikkulering. Vit hava lagt uppskot fram um at gera tað lættari at útvega sær sín fyrsta bústað og lagt uppskot fram um at gera tað meira lokkandi at byggja leiguíbúðir og so framvegis.

At hava egnan bústað – serliga eiga egnan bústað – er so grundleggjandi, og er nakað, sum allar flestu føroyingar ynskja. Ja, at eiga tað frælsi at ráða í egnum húsi liggur so djúpt í føroysku fólkasálini, og er nakað, vit altíð meir ella minni hava barst fyri. Og tað er heldur ikki løgið, tí vit føroyingar vita best, hvussu okkara viðurskifti skulu skipast og vera.

Tí hava vit í Fólkaflokkinum valt at verið við í eini semju við nærum øllum flokkum á tingi um, at ríkisrættarliga støðan skal broytast, soleiðis, at Føroyar hava størri heimildir.

Tí vit í Fólkaflokkinum er sannførd um, at sjálvandi skulu vit hava støðu sum ein sjálvstøðug tjóð. Søgan hevur fleiri ferðir víst, at vit bæði duga og vita best, hvussu vit skulu skipa okkum í Føroyum. Hvør umboðar best áhugamálið hjá føroyingum? Tað eru sjálvandi vit føroyingar.

Vit hava fingið nakað av kritikki fyri, at vit ikki hava verið við í onkrum breiðum semjum, eitt nú í málunum um gongd í haga og tøkugjøld. Men tá mann fer í holt við at leggja fleiri fíggjarligar byrðar á vinnuna og taka frælsi at virka frá henni, so gongur mann okkara virðum ov nær.

Hinvegin leggur hendan semjan upp til, at vit sum land fáa størri frælsi, ið eisini gevur størri møguleikar til okkara borgarar og vinnu. At vit virka á jøvnum føti við onnur sjálvstøðug lond, ið er eitt neyðugt stig at taka.

Tað er helst eingin her, sum ivast, hvørt Fólkaflokkurin er ein familjuflokkur ella ikki. Tí helst hevur eingin annar tosa so nógv um familjuna seinastu árini, sum vit hava gjørt. Vit halda, sum so ofta áður nevnt, at familjan er kjarnin í føroyska samfelagnum. Trygga grundarlagið, sum skapar tryggar og góðar umstøður til børn okkara. Tí er tað alneyðugt, at samfelagið gerst meira familjuvinarligt.

Hetta var eisini orsøkin til, at vit í fjør góvu út ein familjupakka, har vit komu við fleiri boðum uppá, hvussu vit gera Føroyar meira familjuvinarligar. Eitt nú at geva familjunum størri frælsi yvir teirra tíð, pengum og møguleikum.

Tað krevur stóra fíggjarliga orku, tá familjan skal hava gerandisdagin at mala runt. Vit vilja geva familjum og borgarum størri frælsi yvir teirra egnu pengum.

Vit vilja hækka barnafrádráttin, so hann er hægri enn í dag, og gera hann stigvísan, so tú fært størri fíggjarligt rásarúm, tess størri familjan verður. Okkara uppskot gevur einari familju við trimum børnum, harav tvey eru undir skúlaaldri, 10.100 kr. meira um árið at liva fyri.

Tað er gott, at samgongan hevur hækkað barnafrádráttin nakað, men hevði mann brúkt pengarnir skynsamari, so hevði barnafamiljan fingið enn meira.

Vit vilja, at familjur skulu hava bestu møguleikar at ráða yvir tíðini, tá børnini eru smá. Familjan skal hava frælsi at ráða yvir egnum viðurskiftum bæði, tá tað kemur til barsil og ansing.

Tað ger mun fyri familjuna.

Tryggar og góðar umstøður fyri børn eru ikki bara góð virði, sum vit ynskja at hava sum samfelag. Hetta eru eisini virði, sum kunnu vera fyribyrgjandi, tá talan er um ung fólk, sum koma skeivt fyri. Byrja at nýta rúsevni. Og tað er neyðugt, at vit eru varug við hetta, tí rúsevnismisnýtslan í Føroyum er tíverri vaksandi. Eisini millum ung fólk.

Tá eitt menniskja fer á skeiva leið, er tað ikki bara tann einstaki, ið verður raktur. Familjan og avvarðandi at tí einstaka verða eisini rakt. Hetta fingu vit innlit í yrkingasavninum Svørt Orkidé eftir Vónbjørt Vang, sum júst hevur vunnið ársins besta norðurlendska bókmentarliga avrik í 2025. Ein stórsligin og søguligur heiður fyri eitt sera persónligt og týdningarmikið verk, sum ikki bara setur sjóneykuna á eitt evni, vit mugu tosa meira um og gera meira við, men sum eisini er til linna fyri tey avvarðandi, ið eru í líknandi støðu.

Í verkinum skrivar Vónbjørt eitt nú:

við frystum fingrum

rótaði eg í vátu moldini

mítt barn varð drigið niður í undirverðina

eg setti tulipanir niður

summar av teimum svartar

og har niðri royndi eg at fjakka

leitaði eftir soni mínum

ið var farin niður í avdýpið

hálaður í moldina

Vit skylda okkara ungu og børnum at gera meira fyri at steðga rúsevnum. Vit skylda teimum at seta meira inn fyri at steðga rúsevnunum, ið floyma inn í landið.

Men mest av øllum skylda vit teimum at fyribyrgja og gera fortreytirnar til lívið lættari, soleiðis at einki menniskja skal hava fyri neyðini at rúsa seg burtur frá veruleikanum.

Øll menniskju hava eitt stórt virði og hava uppiborið so nógv betri enn tað.

Tí er tað umráðandi at familjurnar fáa betri fortreytir á allan hátt fyri at vera meira um okkara børn og ungu.

Tó er tað eisini nógv, vit í dag kunnu gleðast um.

Í Føroyum hava vit enn lágt arbeiðsloysi. Arbeiði er til allar hendur. Búskapurin veksur, og nógv virksemi er í samfelagnum. Tó sæst hetta tíverri ikki aftur í fíggjarlógini. Fyribils eru tað 173 milliónir krónur í undirskoti – tað er ikki nøktandi.

Í undanfarna valskeiði funnust táverandi andstøðuflokkar – teir, sum nú sita við valdinum – hvassliga at fíggjarpolitikkinum hjá okkum.

Yvirskotið hjá okkum var ikki nóg stórt, søgdu tey. Í so góðum tíðum skuldi mann hava trivalig avlop. Nú er beint øvugt - eitt dundrandi undirskot øll árini, uppá knappa milliard tilsamans, og tað er ikki gott nokk.

Eitt er undirskot, men hvørt ár hevur útreiðsluvøksturin verið hægri enn inntøkuvøksturin, og tað er vandamikið.

Vit vita, at um tað í einum húsarhaldi verður brúkt meira, enn tað verður forvunnið, so gongur galið. Hendan gongdin má vendast.

Vit í Fólkaflokkinum halda, at Føroya fólk – og komandi ættarliðini – hava uppiborið ein skynsamari fíggjarpolitikk. Og hesum ynskja vit eisini at virka fyri, sleppa vit at vera við til at ráða fyri borgum. Vit mugu tálma útreiðsluvøkstrinum.

Mann hevur hug at siga, at samgongan hevur, eins og tey gera í donsku sendirøðini Luksusfælden, leitað sær hjálp uttanifrá. Spurt seg fyri, hvat tey skulu gera fyri at koma á rætt kjøl aftur fíggjarliga. Tí hava hava tey sett eina nýskipanarnevnd, sum skal hjálpa teimum aftur á beint.

Nýskipanarnevndin hevur havt sítt fyrsta tilmæli, har byrjað var í toppinum. Tað er rætt, men tað er ikki nokk. Haldast má á at finna loysnir, har útreiðsluvøksturin verður tálmaður.

Vinnupolitiskt er torført at fáa eyga á, hvør kósin er. Tað tykist ikki sum, at viljin er at økja um køkuna. Tað einasta, semja hevur verið um, er, at vinnan skal gjalda meiri, og tí eisini gerast minni kappingarfør.

Okkara høvuðsvinnur blíva skattaðar alsamt harðari, hóast lægri prís í alivinnuni og lægri kvotur í fiskivinnuni. Kappingarførið versnar.

Eisini hava vit upplivað, at ein røð av øðrum gjøldum eru hækkaði hjá bæði borgarum og vinnu. Bensin- og dieselavgjald, brennioljugjald, ymisk orkugjøld, gjald í samband við sjúku, gistingargjald, gjøld hjá fleiri almennum stovnum og nógv fleiri, har fleiri av hesum eru hækkaði meir enn 100%.

Hetta rakar vinnuna meint, og ikki minst tey smærru vinnurekandi. Hetta tyngir um teirra fíggjarligu støðu, og ávirkar tað eisini íverksetarahugin, tá tað gerst dýrari at vera vinnurekandi. Hetta hevur okkara samfelag ikki ráð til.

Tær smærru og miðalstóru fyritøkurnar eru partur av hjartasláttrinum í føroyska samfelagnum. Um allar Føroyar finna vit smærri fyritøkur og sjálvstøðug vinnurekandi, sum dag og dagliga tæna okkara tørvi og eftirspurningi. Og hesar hundraðtals fyritøkurnar tryggja eisini túsundtals føroyingum arbeiði hvønn dag.

Vit skulu minnast til, at ein og hvør stór fyritøka einaferð var ein lítil fyritøka. Tí er tað av alstórum týdningi, at vit eggja hugin hjá okkara íverksetum. Teirra dreymur, um einaferð at gerast ein stór fyritøka, ið eisini er uttanfyri landoddarnar, skal ikki køvast.

Vit eiga at gera meira fyri, at fíggjarligu tungu byrðarnar hjá teimum gerast lættari, soleiðis at eisini tær sleppa at vaksa seg størri, sterkari og sostatt fáa eitt tryggari grundarlag.

Vit vilja, at smærri vinnurekandi fáa betri atgongd til almennar skipanir, eitt nú barsilsskipanina. Vit vilja eisini avtaka kringvarpsgjaldið fyri smærri vinnurekandi.

Eisini skulu vit skapa karmar, so vit fáa fleiri vinnur at menna seg í Føroyum, so vit kunnu økja um køkuna.

Í gjárkvøldið kom Akraberg á Fuglafjørð. Afturkomin úr Barentshavinum.

Manningin er glað, nú tað aftur er fast undir fótum, og mann er komin heim til síni kæru. Tó valdar ein óvissa. Hvussu nógvir túrar verða afturat?

Í vikuni gjørdist tað greitt, at ein meiriluti av Uttanlandsnevndini tekur undir við at seta tiltøk í verk móti tveimum russiskum reiðaríum. Avleiðingarnar av hesi gerð, kenna vit ikki enn, men tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri okkara vinnu og búskap.

Øll eru samd um, at kríggj er ræðuligt, og vónandi fær hetta kríggið skjótt ein enda. Vit hava eisini víst ábyrgd við at taka ímóti flóttum, við at veita neyðhjálp og við at seta avmarkandi tiltøk í verk.

Eisini er okkara útflutningur til Russlands minkaður við meir enn einari helvt, meðan innflutningurin er farin niður í onki. Føroyar hava tikið ábyrgd.

Samgongan setti í verk ein umfatandi havnastongsul, ið rakti okkara tænastuvinnu hart. Nú tekur mann stigið víðari, og setur hundraðtals arbeiðspláss og familjur í stóra óvissu um teirra livibreyð, eftir okkara tykki uttan haldgóða orsøk.

Vónin er, at tað eru samgongufólk, ið síggja álvaran í hesum, nú støða skal takast til hetta skjótt. Føroyar hava víst ábyrgd, og hava mist nógv. Mín áheitan á samgongufólk er: hugsið nú um manningina á Akrabergi og øðrum skipum, hvørs livibreyð er uppá spæl. Hugsið um okkara vinnu og búskap.

Okkara fiskivinna livir eisini í einari aðrari óvissu. Síðani hendan samgongan tók við, hevur mann ikki longt veiðiloyvini, ið vóru 12 ár. Hóast mann hevur ætlað sær fleiri ferðir, so er enn einki komið.

Tað sum er ræðandi er, at nú eru røddir í samgonguni frammi um, at áramálið skal niður á 0 ár, og so skal mann bara finna útav, hvat skal henda.

Hendir tað, so fáa vit somu støðu sum í 2007, tá loyvini tá blivu uppsøgd. Eftir tað blivu ongar nýíløgur gjørdar, og óvissa valdaði.

Óvissan helt fram inntil undanfarna samgonga við Fólkaflokkinum framdi eina nýggja fiskivinnulóggávu, ið skapti støðugar karmar fyri vinnuna, ið elvdi til fleiri nýggjar íløgur, ið hava verið til stórt gagn øllum samfelagnum at frama.

Hesum skulu vit halda fast við, og tí vilja vit beina hesa óvissu av vegnum og aftur fáa 12 ára loyvir.

Tit vita, eins væl og eg, at politikkur snýr seg um raðfestingar. Tí er tað altíð umhugsni, ein skal hava við sær.

Gjøgnum hesa setuna hava vit í Fólkaflokkinum sett spurnartekn við fleiri av raðfestingunum hjá samgonguni. Eitt nú sparingar á týðandi vælferðarøkjum, meðan útreiðslur til umsiting spola avstað.

Hetta vístu vit eisini á, tá landsstýrismaðurin var í holt við at spara tvær handaligar útbúgvingar á Glasi burtur. Vit átalaðu hetta beinanvegin, og tíbetur kom landsstýrismaðurin á aðrar tankar og tók sparingina aftur.

Tað er umráðandi, at vit í Føroyum halda fram við at hava eitt fjølbroytt útbúgvingartilboð. Tí vit hava brúk fyri ymiskum fólkum, sum duga ymisk ting.

Tó er tað eisini neyðugt, at vit í Føroyum tora at hyggja at okkara útbúgvingarskipan og eftirmeta, um tað er neyðugt, at vit bjóða so nógv pláss á ávísum útbúgvingum.

Tí vit mugu eisini hyggja at, hvørji arbeiðsfólk, vit mangla, og hvørji fakøki, vit útbúgva ov nógv fólk í. Tað kann ljóða hart, men hetta er neyðugt, skulu vit tryggja arbeiðið til allar hendur og ein sunnan búskap.

Kanningar vísa, at vit í Føroyum hava og fara at hava ein vaksandi tørv á fólki við handaligum og yrkisútbúgvingum. Tí er rætta leiðin ikki at strika hesar útbúgvingar, men at styrkja tær.

Vit kenna avbjóðingina av, at fleiri av okkara ungu fara av landinum, og ikki venda heimaftur. Tað er ikki ein einføld loysn uppá tann trupulleikan, men góð og fjølbroytt útbúgvingartilboð er ein. Tað er við til at skapa ein sunnan búskap.

Og tá vit tosa um ein sunnan búskap, er tað júst tað, sum fleiri tosa um, tá talan er um Suðuroyartunnilin.

Vit hava ígjøgnum tíðina lagt stóra orku í at útbyggja okkara samferðslukervi – at gera land okkara størri. Hesar íløgur hava verið ein høvuðsorsøk til, at vit hava eitt so framkomið land. Tíðin er komin, at vit nú byggja tað longur suður eftir.

Eg veit, at tað eru sera nógv ivamál um málið, og tað skilji eg væl. Hetta er hóast alt størsta verkætlan í Føroya søgu, allarhelst nakrantíð. Tí skal tað gerast við skili. Atlit skulu takast til linjuføring, umhvørvi og ikki minst tann fíggjarliga partin.

Málið um at fyrireika og bjóða út Suðuroyartunnilin hevur nú verið til hoyring, og vóni eg, at mann greiðir tey ivamál, ið eru í málinum, so málið kann venda so rætt sum gjørligt.

Góðu tit,

Veljarakanningar hava verið góðar við Fólkaflokkin. Hetta fegnast vit um, men minna okkum á, at tað er bara eitt úrslit, sum telur, og tað er tað á valinum. Tí fegnast vit, men fara ikki á flog, tí sum ein kendur maður segði, so er onki liðugt fyrr enn alt er liðugt.

Hetta er ein greið ábending – fólkið ynskir broyting. Fólkið ynskir ein politikk, ið gevur fólkið frælsi. Frælsi at skapa, frælsi fyri vinnuna, ið er grundarlagið undir ein sjálvberandi búskapi.

Og júst tí er eitt stórt arbeiði fyri framman, nú vit eru í holt við at fyrireika valið. Vit hava tørv á tykkum øllum, tí betri úrslitið er, jú størri er møguleikin fyri so nógvari ávirkan sum møguligt.

Og ávirkan er tað, ið er okkara mál. Eftir komandi val skulu vit út í Tinganes. Lat meg enn eina ferð sláa fast, at Fólkaflokkurin er opin fyri at samstarva við allar flokkar, og er málið at koma í eina samgongu, har vit fáa so nógv sum møguligt av okkara politikki við.

Eg byrjaði røðuna við at fortelja um tí eldru kvinnuna, ið greiddi mær frá, hvussu tað var, tá hon bygdi hús.

Tá vit byggja hús, so er tað av stórum týdningi, at grundin er trygg og klárar at standa ímóti, tá á stendur. Hetta skulu vit ikki bert hugsa um, tá vit byggja okkara egnu hús, men eisini, tá vit byggja Føroyar.

Tí er tað brúk fyri eini stjórn, ið setur tað persónliga frælsi, herundir frælsi yvir egnum pengum, høgt.

Tað er brúk fyri eini stjórn, ið ynskir eitt frælst og trygt vinnulív, ið er grundarsteinurin fyri okkara vælferð og einum sjálvberandi búskapi.

Tað er brúk fyri eini stjórn, ið ynskir frælsi fyri okkara land og fólk.

Tað er brúk fyri Fólkaflokkinum.

Takk fyri, og framhaldandi góðan landsfund!

Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

Í gjár kl. 07:59

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

9 tímar síðan

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

Í gjár kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41