Fyri løtu síðani fór ungi runavíkingurin Beinir Troest avstað við heiðrinum “Ársins sangur”. Tað var lagið “Romeo” frá vælumtóktu plátuni “Greener”, ið kom út í fjør, sum Beinir fekk heiðurin fyri.
Beinir hevur havt úr at gera við konsertum serliga í Danmark farna árið, og serliga lagið hann í kvøld hevur vunnið ársins sang fyri, hevur verið væl tikið ímóti. Lagið er ferðmikið við nógvari orku, og snýr seg um ófullkomnan kærleika.
Romeo hevur góðar 287 túsund spælingar á Spotify.
Tey tilnevndu til ársins sang vóru:
Romeo - Beinir
Dugir tú at tosa føroyskt - Lena Anderssen
Hugsi bert um teg - Eivør
Tosa við meg - Ókendir
Setandi sól - Heidrik, Guðrið Hansdóttir
Til ber at hoyra lagið her: https://www.youtube.com/watch?v=idfixB9VZXI