Beiggi Christoffer er giftur til Føroyar, so hann vitjar ofta í Føroyum. Eitt av áhugamálunum hjá Christoffer er at ganga túrar. Honum dámar sera væl at siga frá søgum, og so elskar hann eisini eina góða øl - tað er alt sameint í BeerWalk. Sjálvur hevur hann gingið fleiri hundraðtals túrar, har teir flestu av túrunum hava verið í Keypmannahavn.
BeerWalks er til í fleiri býum í Danmark, eitt nú, Keypmannahavn, Aarhus, Odense, Rønne, Allinge, Svaneke og fer skjótt at finnast í Aalborg eisini - síðani er tað Føroyar sum er tað mest útlendska higartil.
Christoffer hevur arbeitt innan bankaheimin síðani 1998 og hevur arbeitt nógv við vinnukundum, men tá korona herjaði, fekk hann eitt hugskot, sum hann ikki kláraði at sleppa. 1 apríl 2021 royndi hann konseptið, og hetta var nakað sum gav honum stóra gleði og gestirnir, sum komu við á BeerWalk, vóru eisini ovurfegnir fyri túrin.
Hvussu virkar so ein tílíkur túrur?
Á vakra túrinum í Tórshavn verður byrjað uttanfyri Mikkeller barrini. Túrurin tekur 2,5 tíma og endar í OY Bryggjarínum. Á leiðini siga ferðaleiðararnir frá útvaldum søgum um Tórshavn og Føroyar. Tað verða handað fín gløs út til gestinar, og síðani verður smakkað á og greitt frá ølinum hjá Mikkeller og OY.
Seinasta smakkingin er tó inni á OY, har tú verður vístur runt á bryggjarínum. Ofta enda gestirnir við at vera verandi á OY og eta og hugna sær saman við eyka øl og tí góða matinum.
Teir hava eisini fingið eina røð av privatum bólkum at bíleggja BeerWalk og eisini fyritøkur, sum gera starvsfólkatúrar. Í Keypmannahavn eru nógvar fyritøkur, sum luttaka í einum BeerWalk sum er bílagt sum eitt sosialt tiltak. Tað er ein frálíkur máti at fáa samband við starvsfelagar.
Danski astronauturin, Andreas Mogensen, var við á ferðini 24. september 2024. Hann hugnaði sær óført, og har var fult bókað á túrinum. Hettar var fjórði ella fimti túrurin hjá Andreas, hinir hava tó verið í Keypmannahavn. Andreasi dámdi sera væl túrin, hóast hann helt tað vera rættiliga kalt, men hinir gestirnir høvdu tað gott saman við Andreasi, og nógv av teimum fingu eina mynd tikna saman við honum - eisini bryggjararnir og nakrir av sameigarunum hjá OY.
Túranir kunnu bókast á www.BeerWalks.dk, Guide to the Faroe Islands ella Visit Tórshavn. Man velur BeerWalks í valmyndabjálkanum, síðani velur man, hvar túrurin skal verða og síðani eitt dato sum passar einum.