Ongi úrslit

Barsilsfarloyvi uttan inntøkumiss

Jónleyg J. Bech, valevni fyri Sambandsflokkin
16 tímar síðan

Nógv foreldur uppliva í dag ein inntøkumiss, tá tey fara í barsilsfarloyvi. Hetta má gerast nakað við. Við at hækka hámarkið fyri útgjaldið í Barsilsskipanini úr 31.000 krónum upp í 60.000 krónur, verður tað møguligt hjá teimum flestu at vera heima hjá børnum sínum uttan inntøkumiss.

Í dag er skipanin soleiðis háttað, at útgjaldið úr Barsilsskipanini er í mesta lagi 31.000 krónur um mánaðin. Fyri tey, ið forvinna meira enn 31.000 krónur um mánaðin, merkir hetta, at tey hava ein inntøkumiss í tíðarskeiðinum, tey eru í barsil. 

Endamálið við at hækka hámarkið fyri útgjaldið, er at tryggja, at eitt barsilsfarloyvi ikki verður ein fíggjarlig byrða fyri familjuna. Við at hækka loftið til 60.000 krónur, fara tey flestu á føroyska arbeiðsmarknaðinum at kunna fara í barsil við somu inntøku, sum tey hava, tá tey eru til arbeiðis.

X við Jónleyg J. Bech

valevni fyri Sambandsflokkin


Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01