Ì januar 2025 bjargaði Barron Trump, yngsti sonur Donald Trump, lívið hjá einari vinkonu, tá hon fleiri ferðir varð sligin av fyrrverandi unnusta sín. Hettar hendi meðan hon var í FaceTime-samrøðu við Barron Trump.
Kvinnan prógvaði tað mikudagin í Snaresbrook Crown Court í London, sum er ein revsirættur, har álvarslig mál vera viðgjørð.
Her segði hon, at Barron Trump hevði bjargað lív hennara.
- Hann bjargaði mínum lívi. Løtan var kendist sum eitt tekin frá Gudi, segði kvinnan í rættinum.
Barron Trump ringdi til løgregluna, eftir at hann sá vinkonuna verða sligna undir einari FaceTime-samrøðu, skrivar The Guardian.
- Eg ringi úr USA og eg havi júst havt eina telefonsamrøðu við eina gentu eg kenni. Hon verður sligin, segði Barron Trump. Hettar er váttað av bretska neyðhjálpar-myndugleika.
Barron Trump gav síðani myndugleikanum adressuna hjá kvinnuni, og eftir hetta segði hann:
- Tað er ein neyðstøða, takk. Hon ringdi til mín, tá hann slerdi hana.
Eftirfylgjandi vísa upptøkur frá kropsmyndatólinum hjá bretsku løgregluni, at løgreglan sigur við kvinnuna, at tey høvdu fingið eina áheitan frá onkrum í USA.
- Eg eri vinur við Barron Trump, sonur Donald Trump, segði kvinnan í upptøkuni, sum eftirfylgjandi segði, at hon hevði ringt til Barron Trump fyrr um kvøldið.
Løgreglan bað hana síðani ringja til Barron Trump fyri at staðfesta sambandið.