Ongi úrslit

Barna Grand Prix verður á Giljanesi leygardagin

Børnini eru vælkomin at luttaka í hesi kapping, sjálvt um tey ikki ætla at luttaka í øðrum Barna Grand Prix kappingum

Talvsamband Føroya
21. januar kl. 22:44

Leygardagin, 24. januar kl. 12.00, verður kviktalvkapping fyri børn telvað á Skúlanum á Giljanesi, í Sandavági. Øll er vælkomin at luttaka í kappingini.

Talan er um 2. kapping av 5, har luttakararnir kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin er skipað í tveimum bólkum. 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. Telvað verður 6. umfør við tíðini 10 min. + 5 sek.

Melda til í seinasta lagi fríggjadagin 23. januar, við at senda teldupost til [email protected]. Tá meldað verður til, skal navn og føðidato upplýsast.

Børnini eru vælkomin at luttaka í hesi kapping, sjálvt um tey ikki ætla at luttaka í øðrum Barna Grand Prix kappingum.

Barna Grand Prix

Til hvørja einstaka Barna Grand Prix kapping verður møguligt at vinna heiðursmerkir. Fyri at verða við í samlaðu Barna Grand Prix kappingini krevst, at ein hevur luttikið í minst 3 av 5 kappingum, harav ein av teimum 3 skal verða finalan.

Soleiðis vinnur man Grand Prix stig til hvørja kapping:

  • Nr. 1 fær 15 GP stig

  • Nr. 2 fær 12 GP stig

  • Nr. 3 fær 10 GP stig

  • Nr. 4 fær 9 GP stig

  • Nr. 5 fær 8 GP stig

  • Nr. 6 fær 7 GP stig

  • Nr. 7 fær 6 GP stig

  • Nr. 8 fær 5 GP stig

  • Nr. 9 fær 4 GP stig

  • NR. 10 fær 3 GP stig

  • NR. 11 fær 2 GP stig

  • NR. 12+ fáa 1 GP stig

Um javnstøða er, verða GP-stigini deild.

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43

Sigur seg úr starvinum eftir avdúking

3. februar kl. 17:00

Tað er rein satanisma

Í gjár kl. 21:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Loysnir, ikki fíggindamyndir

4. februar kl. 16:14