Ongi úrslit

Ballon d'or vinnari kemur til Føroya

Zlatko Dalic, A-landsliðsvenjari hjá Kroatia, hevur sett navn á teir 23 spælararnar, ið eru úttiknir til HM undankappingardystin móti Føroyum. Millum teir útiknu er Luka Modric, sum í 2018 varð kosin besti fótbóltsspælari í heiminum

Ragnar Sjurðarson
25. august kl. 11:20

Fríggjadagin 5. septembur taka Føroyar móti Kroatia á Tórsvølli í HM-undankappingardysti.

A-landsliðsvenjarin hjá Kroatia hevur kunngjørt hvørjir 23 leikarir skulu við til Føroya. Ein av teimum er 39 ára gamli Luka Modric, sum í 2018 vann Ballon d'or, ið verður latið heimsins besta fótbóltsspælara. Sama ár spældi Kroatia seg til HM-finaluna, men taptu móti fraklendingum.

Luka Modric skifti fyrr í summar frá Real Madrid í Spania til AC Milan í Italia, og fýra dagar aftaná dystin á Tórsvølli verður hann 40 ár, skrivar FSF.

Hópurin hjá Kroatia:
Dominik Livaković, Fenerbahçe (Turkaland)
Ivica Ivušić, Hajduk Split (Kroatia)
Dominik Kotarski, FC København (Danmark)

Joško Gvardiol, Manchester City (England)
Josip Juranović, Union Berlin (Týskland)
Duje Ćaleta-Car, Real Sociedad (Spania)
Josip Šutalo, Ajax (Holland)
Josip Stanišić, Bayern München (Týskland)
Marin Pongračić, Fiorentina (Italia)
Martin Erlić, FC Midtjylland (Danmark)

Luka Modrić, AC Milan (Italia)
Mario Pašalić, Atalanta (Italia)
Lovro Majer, Wolfsburg (Týskland)
Martin Baturina, Como (Italia)
Kristijan Jakić, Augsburg (Týskland)
Petar Sučić, Inter (Italia)
Nikola Moro, Bologna (Italia)
Toni Fruk, Rijeka (Kroatia)

Ivan Perišić, PSV (Holland)
Andrej Kramarić, Hoffenheim (Týskland)
Ante Budimir, Osasuna (Spania)
Marco Pašalić, Orlando City (USA)
Franjo Ivanović, Benfica (Portugal)

Undan dystinum móti Føroyum er Kroatia nummar 2 í bólkinum við 6 stigum fyri tveir dystir. Kekkia er fremst við 9 stigum fyri fýra dystir, Montenegro hevur 6 stig fyri triggjar dystir, Føroyar hava 3 stig, somuleiðis fyri tríggjar dystir, meðan Gibraltar, ið hevur spælt fýra dystir, framvegis hevur fyrsta stigið til góðar, skrivar FSF.

Seinni dysturin hjá kroatum í hesum umfarinum verður mánadagin 8. septembur, tá teir taka ímóti Montenegro á heimavølli – samstundis sum Føroyar spæla á útivølli móti Gibraltar.

Atgongumerki til HM undankappingardystin millum Føroyar og Kroatia fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

17. oktober kl. 09:45

Pál spenti bogan og vann 2,2 mió krónur í Gekkinum

Í gjár kl. 20:36