Ongi úrslit

Bakkafrost: Avlopið minkaði 323 milliónir

Áki Bertholdsen
15 tímar síðan

Annan árfjórðing í ár hevði Bakkafrost 65 milliónir í avlopi. Tað er munandi minni enn í øðrum ársfjórðingi í fjør, tá ið avlopið var 388 milliónir.

Tøkan í Føroyum var 16.020 tons og í Skotlandi var hon 7.034 tons. Í øðrum ársfjórðingi í fjør, vórðu 10.226 tons tikin í Føroyum og 11.366 tons vórðu tikin í Skotlandi.

 Í viðmerking til úrslitið sigur Regin Jacobsen, stjóri:

– Fíggjarligu úrslitini í hesum ársfjórðinginum eru ikki nøktandi. Munandi fallið á laksaprísinum, sum stavar frá stórari øking í alheims útboðnum av laksi, viðførdi ógvusliga lækking av inntøkunum.

Samstundis hevur tað stóran týdning, at framleiðslukostnaðurin í Føroyum er lækkaður, og felagið heldur fram at raðfesta tiltøk á hesum øki høgt.

Góða lívfrøðiliga gongdin í Føroyum er tann besta, vit hava sæð. Í sjógvalingini hevur gongdin verið framúr góð, við góðum vøkstri og lægri felli enn vit hava sæð seinastu nógvu árini.

Afturímóti sama ársfjórðing í fjør, er fellið minkað 52 prosent. Í føroysku smoltalingini er framleiðslan ment upp á eitt nýtt og hægri støði. Smoltgóðskan er betrað munandi, og tað hevur stóran týdning fyri, hvussu fiskurin klárar seg, tá hann verður settur á sjógv. Hetta sæst týðiliga aftur við sera lágum felli eftir útseting.

Í Skotlandi eru vit ikki nøgd við gongdina í smoltalingini, har vit tíverri hava havt stórt felli orsakað av sjúku.

Fyri at fáa størsta ágóðan av royndunum úr Føroyum innan framleiðslu av stórum hágóðskusmolti, hava vit nú lagt smoltalingina í Skotlandi saman við teirri føroysku og undir føroyska leiðslu.

Eisini hava vit styrkt leiðsluna á Applecross við royndum starvsfólki úr Føroyum.

Smoltalingin í Skotlandi er framvegis avbjóðandi, men tað gongur betri í sjógvalingini, hóast nakrar einstakar hendingar førdu til hægri felli í ársfjórðinginum.

Góða lívfrøðiliga gongdin í sjógvalingini sum heild førur við sær, at vit hækka okkara væntaða tøku fyri 2025 í Føroyum og Skotlandi.

Fremstu strategisku málini hjá okkum eru óbroytt – at halda fram við at minka um lívfrøðiliga váðan, styrkja raksturin, og tryggja langvarandi virðisskapan.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta fer helst at tálma príshækkingum á bústøðum

21. august kl. 12:30

Fekk bæði bót og klipp fyri at koyra niðan hendan vegin

21. august kl. 07:52

Stjól fyri 7.500 krónur í einum handli

20. august kl. 09:37

Soleiðis sær Galaxy út - innan

21. august kl. 17:34

Nú er neyðugt at verða serliga varin tá ið farið verður eftir nátungum

11 tímar síðan

Stjól fyri nakrar túsund krónur

20. august kl. 07:44