Ongi úrslit

Bakkaði á smádrong við svimjihøllina í Havn

Løgreglan sigur, at alt bendi kortini á, at hann fekk ikki stórvegis mein

Áki Bertholdsen
10. januar kl. 07:52

Beint eftir døgurða í gjár varð ringt til løgregluna at siga frá, at ein smádrongur var yvirkoyrdur við svimjihøllina í Havn.

Løgreglan sendi sjúkrabil á staðið og tey fóru eisini sjálv á staðið. Tey siga, at talan var um ein bil, sum bakkaði av einum parkeringsplássi og rakti ein smádrong, sum gekk aftan fyri bilin.

Men løgreglan sigur, at tað er kortini einki, sum bendi á, at drongurin fekk nakað álvarsligt mein av hendingini. Men hann gramdi seg og fór á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Tey vita ikki akkurát, hvussu støðan er, men tað fara tey at kanna í morgun.

Tann, sum kemur av einum parkeringsplássi hevur altíð treytaleysa víkiskyldu fyri øllum, men løgreglan sigur, at ferðslan var eitt sindur ruðuleikakend har um vegir tá ið óhappið hendi.

Men nú skal málið lýsast út í æsir og úrslitið av teimum kanninginum verður so avgerðandi fyri, hvussu málið verður avgreitt og um bilførarin verður skuldsettur.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

15 tímar síðan

Epstein var ikki dripin í klivanum

8. juli kl. 19:41