B71 skrivar soleiðis í dag:
Seinastu dagarnar hevur verið eitt sindur av virksemi á sosialu miðlum okkara við kunngerð av leikarum til komandi kappingarár og vit halda á fram í dag og dagarnar frameftir.
Fyrradagin og í gjár var talan um tveir ungar sandoyingar, men í dag fara vit ein heilt annan veg, navnliga uttanlanda, niður til Danmarkar eftir allarfeskastu tíðindunum.
Sum liður í fyrireikingunum til komandi kappingarár har málið enn eina ferð er uppflytingin til bestu deildina, so fara vit eftir útlendskum styrki, eins og áður, bara hesu ferð fara vit ikki longri enn til Danmarkar, meiri nágreiniligt, til Thisted.
Mathias Myrthue eitur 26 ára gamli miðverjuleikarin, ið higartil hevur verið trúfastur leikari hjá Thisted FC í triðjbestu deildini niðri, har tað farnu 9 kappingarárini eru blivnir til 148 dystir í næst- og triðjbestu donsku deildunum, umframt 11 steypadystir.
Mathias hevur havt nógv tilboð um at fara til ymisk feløg og hóast Sandoyggin og B71 neyvan er størsta stað og felag, ið hevur ligið framvið, so var maðurin seldur av ætlan okkara við liðnum og felagnum og ynskti at verða partur av góða felagsskapinum.
Nýggjasti B71arin kemur til Føroyar í nýggja árinum og farið verður til verka aftur í undanvenjingunum sum byrja av álvara mánadagin 12. januar.
Vit eru sera errin og glað fyri at vit hava fingið fatur á einum sera dugnaligum og royndum leikara, ið ivaleyst kemur at hava ein stóran leiklut komandi kappingarár, nú vit enn eina ferð medda uppeftir.