Ongi úrslit

B68 og 07 Vestur dumpaðu

Greipuvinnararnir løgdu ógvuliga bragdliga fyri, og argjamenn fingu á heimavølli luft í botnstríðnum, sum tað verður roknað við, at teir vera partur av

Jóannes Hansen
9 tímar síðan

So er bólturin farin á rull. Fyrsta umfari í Meistaradeildini er av, og tað varð avgreitt í fínum líkindum, tá ið havt verður í huga, at tað framvegis er hávetur.

KÍ tapti ongantíð í fjør, tá ið tað eydnaðist at vinna greipuna. Fyri einari stórari viku síðani vann KÍ Stórsteypið við 1-0 sigri ímóti HB, og í dag vístu meistararnir av álvara, hvat býr í teimum.

KÍ vann 5-1 í Sørvági, og KÍ var í meiri framrættaðari og hugflogsríkari útgávu, enn liðið í fjør var í, og sum tað var í Stórsteypadystinum. At tapa er eitt og at málmunurin er -4 eftir fyrsta umfar eigur at kennast heilt tungt hjá 07 Vestur.

AB er nýtt lið í Meistaradeildini, og 2-0 heimasigurin ímóti B68 í gjár kendist sera søtur hjá argjamonnum, sum ikki hava vunnið í fyrsta umfari í bestu deildini síðani 2014, tá ið AB í fyrsta umfari vann 2-0 á útivølli ímóti Víkingi. Ta ferðina vóru víkingarnir undirmannaðir frá 26. minutti, tá ið Hans Jørgen Djurhuus sá beinleiðis reytt kort. Ta ferðina var tað Jóan Símun Edmundsson, sum legði AB á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og tveir minuttir undan leikloki var tað Hørður M. Mohr, sum staðfesti AB sigurin.

Miðverjin Sørin N. Samuelsen er einasti AB spælarin, sum bæði var við í sigrinum í fyrsta umfari í 2014, og sum eisini var á liðnum í 2-0 sigrinum ímóti B68 í gjár.

At hitta EB/Streym í fyrsta umfari kann vera óreint, men B36 vann fulla úrtøku, og at hitta Skála á útivølli kann vera óreint, men HB vann fulla úrtøku.

Í Runavík koppaði tað heimaliðnum til fyrimunar, tá ið Víkingur var gestur, og tað av álvara reið um snarið.

 

 

AB - B68 2-0 (1-0)

1-0: Obule Moses 9.

2-0: Ragnar Skála 50.

Dómari: Dagfinn Forná

 

NSÍ – Víkingur 1-0 (0-0)

1-0: Michal Przybylski 66.

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

Skála – HB 1-2 (0-1)

0-1: Storm Even Bugge Pettersen 26.

0-2: Jákup L. Thomsen 87.

1-2: Jákup Pauli Frederiksberg 94.+

Dómari: Jákup Øssursson Mohr

 

07 Vestur – KÍ 1-5 (0-2)

0-1: Filip Brattbakk 17.

0-2: Daniel Johansen 24.

0-3: Patrik Johannesen 47.

0-4: Árni Frederiksberg 50.

0-5: Patrik Johannesen 52.

1-5: Jasper Van Der Heyden 86.

Dómari: Leivur Zachariassen

 

B36 – EB/Streymur 2-1 (0-0)

1-0: Torgeir Børven 59.

2-0: Boubacar Dabo 79.

2-1: Virgar Jónsson

Dómari: Rúni Gaardbo  

1

1

0

0

5

1

3

AB

1

1

0

0

2

0

3

HB

1

1

0

0

2

1

3

B36

1

1

0

0

2

1

3

NSÍ

1

1

0

0

1

0

3

Skála

1

0

0

1

0

1

0

EB/Streymur

1

0

0

1

1

2

0

Víkingur

1

0

0

1

1

2

0

B68

1

0

0

1

0

2

0

07 Vestur

1

0

0

1

1

5

0

2. umfar

Fríggjadagin 13. mars

Víkingur – B36

Sunnudagin 15. mars

KÍ – NSÍ

B68 – Skála

EB/Streymur – AB

HB – 07 Vestur

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Ársins Brita 2026

10 tímar síðan

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45