B36 hevur nú selt Mattias Hellisdal, og nýggja felagið hjá honum er svenska felgið, Västerås SK, ella VSK, sum tað verður kallað.
Og nú fyrrapartin hevur Mattias Hellisdal skrivað undir sáttmála við VSK.
B36 skrivar, at fyrr í vikuni komu tey, og VSK, ásamt um treytirnar fyri at hann kann flyta til VSK.
Mattias flytur beinanvegin til Svøríkis og sostatt hevur hann spælt sín seinasta dyst fyri B36 á hesum sinni, sigur B36-
VSK er í løtuni við í kappingini um at flyta upp í bestu svensku deildina.
B36 sigur, at 19 ára gamli miðvallarin, Mattias Hellisdal, spældi sín fyrsta dyst fyri B36 fyri tveimum árum síðan, í august 2022, og menti seg síðan til at vera ein av stuðulsspælarum.
- Hetta er ein spennandi møguleiki, og eg gleði meg at hjálpa liðnum í stríðnum um at vinna sær pláss í bestu deildini, sigur Mattias við heimasíðuna hjá VSK.