Ongi úrslit

B36 hevur keypt nýggjan álopsspælara

Boubacar Sidik Dabo fer í ár at spæla við B36

B36.fo
15. januar kl. 18:44

Álopsspælarin úr Senegal er fluttur aftur til Føroya eftir nakrar mánaðir á Gibraltar. Har spældi hann fyri oddaliðið Lincoln Red Imps, sum í vetur fekk sjey stig í ligaspælinum í Conference League.

– Eg eri fegin um áhugan og álitið, sum B36 hevur víst mær. Hetta verður ein spennandi avbjóðing, tí felagið hevur sett sær greið mál fyri kappingarárið og framtíðina. Spælarahópurin er góður, og eg eri sannførdur um, at vit fara at skapa nógvar góðar og minnisríkar løtur saman, sigur hann.

Fyrru kappingarhálvu í fjør var nú 28 ára gamli álopsspælarin úr Senegal millum mest eyðsýndu spælararnar í føroysku kappingini. Við góða hugflognum og kviku rørslunum var hann ein støðug álopshóttan. Hann skeyt átta mál í 17 dystum fyri EB/Streym í fjør.

Dabo kom av fyrstan tíð til Føroya og B68 í 2022.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

Í gjár kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

Í gjár kl. 10:16