Fyri 10. ferð í 10 dystum fór føroyska fótbóltslandsliðið í kvøld av vøllinum eftir tap ímóti Kekkia.
Úrslitið var 2-1 sigur til Kekkia, sum skoraði sigursmálið fimm minuttir undan leikloki og tveir minuttir eftir, at Gunnar Vatnhamar við fínum stútara hevði javnað til 1-1. Tað var eftir horna úr høgru frá innskifta Adrian Justinussen.
Málið hjá Gunnari Vatnhamar var tað fyrsta yvirhøvur hjá føroyingum ímóti Kekkoslovakia og Kekkia. At heimaliðið tveir minuttir eftir føroyska málið skoraði 2-1 sigursmálið bar við sær, at føroyingarnir høvdu ilt við at fegnast um, at tað nú loksins eydnaðist at fáa mál ímóti Kekkia.
Heimaliðið var fyri tað mesta á bóltinum. Hanus Sørensen fekk beinanvegin stóran møguleika at leggja Føroyar á odda, tá ið hann var leysur innanfyri heimaverjuna, men royndin var ikki nóg dygg, og so hálvbjargaði málverjin.
Føroyska verjuspælið var støðugt væl skipað,
-Teir høvdu yvirvág og møguleikar og støður. Tá ið tað so seint í dystinum eydnaðist at javna, so kennist tað sum vónbrot, at tað ikki eydnaðist at vinna stig. Teir høvdu nógvar støður og innlegg, og teir eiga dugnaligar spælarar, so tað er einki at siga til, at teir vunnu. Men tá ið vit vóru so nær við, so er tað sjálvandi eitt vónbrot, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari við Trónd Arge í Kringvarpi Føroya.
Hóast vónbrotið, so sigur nýggi landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein seg vera nøgdan við avrikið, ið var tætt at tí, sum tað var ætlað.
-Spælararnir eiga rós uppiborið fyri hugburðin og avrikð. Nú fara vit at eftirmeta avrikið í kvøld og fyrireika okkum at spæla í Montenegro týsdagin. Vit søgdu undan fráferðini úr Føroyum, at vit fara at brúka nógvar spælarar, og skiftingarnar í kvøld vístu, at vit hava nógvar spælarar, sum kappast um pláss á liðnum, staðfestir landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein.
Kekkia – Føroyar 2-1 (1-0)
HM undankappingardystur
Leygardagin 22. mars 2025 kl. 19.45 á Malšovická aréna í Hradec Kralove í Kekkia
1-0: Patrik Schick 25.
1-1: Gunnar Vatnhamar 83.
2-1: Patrik Schick 85.
Dómarakvartett úr Slovenia: Rade Obrenović, Jure Praprotnik, Grega Kordež og Martin MatošaDómarakvartett úr Slovenia: Rade Obrenović, Jure Praprotnik, Grega Kordež og Martin Matoša
Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jann Benjaminsen ( Jóannes Kalsø Danielsen, 39.), Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Árni Frederiksberg (Adrian Justinussen, 79.), Hallur Hansson (René Shaki Joensen, 64.), Brandur Hendriksson Olsen (Páll A. Klettskarð, 79.), Hanus Sørensen – Petur Knudsen (Meinhard E. Olsen, 64.)
Á beinkinum: Mattias H. Lamhauge, Ari í Haraldstovu Petersen, Samuel Johansen Chukwudi, Arnbjørn Svensson, Noah Mnenéy, Géza Dávid Turi, Poul Kallsberg,
Gult kort: Hallur Hansson, Hanus Sørensen, Jóannes K. Danielsen
Venjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen