Ongi úrslit

Ávaringar um fylgisveinarnir hjá Elon Musk - kunnu elva til umhvørvistrupulleikar

Í miðal detta tvær niður um dagin.

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
16. oktober kl. 16:00

Mongu fylgisveinarnir, sum fyritøkan SpaceX hjá Elon Musk hevur sent út í rúmdina, kunnu elva til umhvørvistrupulleikar.

Hetta ávara serfrøðingar um, sambært Berlingske, meðan tøkni íverksetarin hevur fleiri enn 8.000 fylgisveinar hangandi omanfyri okkum. 

Sambært bretska-amerikanska stjørnufrøðinginum Jonathan McDowell er tað møguliga ein stórur trupulleiki, at fylgisveinarnir hvønn dag, detta úr rúmdini og brenna upp í lofthavinum. Í miðal detta tvær niður um dagin.

Tey kemisku evnini, sum fylgisveinarnir eru fyltir við, kunnu møguliga broyta javnvágina í lofthavinum, sigur hann.

Hann er ikki tann einasti við hesum tankum.

- Tað er ein verulig stúran, og tíðin er komin, at fáa umhvørvisligu avleiðingarnar kláraðar. Men fyribils vita vit ikki heilt, hvat hendir, tá øll hesi evnini verða løgd niður í lofthavið, sigur danski stjørnufrøðingurin frá DTU, Michael Linden-Vørnle.

Sokallaðu Starlink fylgisveinarnir hjá Elon Musk, gevur skjótt internet til fjarskotnar partar av heiminum. SpaceX arbeiðir við at senda nógv fleiri.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39