Ongi úrslit

Ávara um broytingar í siglingini hjá Galaxy í morgin

Áki Bertholdsen
6. sepember kl. 16:19

Galaxy, sum nú røkir suðuroyarsiglingina, er ikki eitt skip á sama stigi, sum Smyril.

Tað mugu suðuroyingar, og øll onnur longu ásanna, nú Galaxy hevur siglt í tvær vikur.

Í morgin verða líkindini so vánalig, at Strandferðslan ávarar um broytingar í siglingini í morgin.

Føroyski skiparin við Galaxy sigur, at tann fyrra túrin verður neyvan nakar trupulleiki, tí hann sigur frá góðum veðri.

Men seinnapartin øtlar hann vindin upp í 13-18 metrar um sekundið at landsynningi. Sostatt er óvist, hvussu verður við seinnapartstúrinum norður í morgin, og kvøldartúrinum suður aftur.

Samstundis er ógvuliga harður streymur og seinnapartin fer hann eisini at reka upp í ættina tá ið siglt verður.

Samstundis er Galaxy bara góðkendur at sigla í fýra metra høgari aldu. Tað merkir, at í eitt tíðarskeið, skal miðal alduhæddin ikki vera meiri enn fýra metar.

Skiparin sigur, at tá ið tosað verður um broytingar, liggur tað - fyribils - í kortinum, at túrar í morgin verða framskundaðir.

Men sjálvandi kann talan eisini verða um avlýsingar, men tað er ikki greitt enn.

– Vit hava sent hesi boðini út fyri at ávara fólk, so er talan um fólk, sum skulu til Havnar í morgin, er kanska ikki ráðiligt at bíða til seinasta túr, men fara ein túr fyrr upp á beráð.

– Vit hava kunna grikska skiparan um, hvussu vit plaga at sigla vestan fyri Sandoynna í slíkum veðri, og hvussu vit annars plaga at sigla fyri, sum mest, at sleppa undan aldu, sigur føroyski skiparin.

Hann sigur, at tað hevði ikki verið nakar trupulleiki hjá Smyrli at siglt í morgin.

Men tað er grikski skiparin, sum er evsti myndugleiki umborð, og tí er tað eisini hann, sum eigur endaligu avgerðina.

Teir hava sínar reglur at ganga eftir og tað fær Strandferðslan einki gjørt við.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44