Ongi úrslit

Átta fingu bót í Vágum - serliga hjá einum varð tað dýrt

Áki Bertholdsen
20. januar kl. 07:58

Í gjáramorgunin gjørdi løgreglan ferðslukanningar við skúlan í Sørvági og við Skúlan á Giljanesei. Hetta var um tað tíðina, skúlarnir byrjaðu í gjár og børnini verða koyrd í skúla.

Løgreglan sigur, at fimm bilførarar fingu 1.500 krónur í bót, umframt eitt klipp í koyrikortið, tí teir høvdu børn í bilinum, uttan at syrgja fyri, at tey sótu í trygdarbelti ella á barnasetri.

Harumframr fekk eitt vaksið fólk eisini 1.500 krónur í bót fyri ikki at sita í trygdarbelti og ein fekk eisini bót fyri at koyra prutl, uttan at hava koyrikort til prutl.

Men serliga hjá einum bilførara varð hetta ein dýr søga, tí hann varð skuldsettur fyri at koyra við ongum koyrikorti.

Hann er útlendingur, sum býr í Vágum, men koyrikortið, hann hevur úr heimlandinum, er ikki góðkent í Føroyum.

Tey, sum flyta til Føroyar at búgva, ella vera í longri tíð, og sum koma úr londum, har koyrikortið ikki er góðkent í Føroyum, skulu fara á Akstovuna at býta tað um við eitt føroyskt koyrikort

Viðgjørt kann tað gerast uttan hóvasták, men í øðrum førum krevst nakað av koyring og teori fyri at fáa eitt føroyskt koyrikort.

Men tað hevði hesin bilførarin í Vágum ikki gjørt og tí verður hann skuldsettur fyri at koyra við ongum koyrikorti. Og tað er dýrt tí tað kostar eina bót upp á 5.000 krónur.

Mest lisið hesa vikuna

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

Í gjár kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

Í gjár kl. 10:42

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

20 tímar síðan

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24