Ongi úrslit

Atli spælir fyri síðstu ferð í Sarpugerði

Steypafinalan næsta fríggjakvøld verður síðsti dystur í fremstu røð hjá liðformanninum hjá Víkingi

Víkingur
25. oktober kl. 10:56

Víkingur skrivar soleiðis í morgun:

So kom dagurin. Vit hava leingi vitað at hann nærkaðist. Í dag spælir ein sonn ímynd av okkara felagið sín seinasta dyst á okkara heimavølli í Sarpugerði. Talan er sjálvandi um liðskiparan Atla Gregersen, sum hevur spælt við okkara besta liðið síðani 2004, eitt ár undantikið. Síðani 2011 hevur hann havt liðskiparabandið á, og hevur gingið á odda sum tann leiðarin hann er. Atli er vorðin 43 ára gamal, og boð eru nú eftir honum í venjarayrkinun.

Í dag leikar hann sín dyst nr 478 í Betri deildini. Umframt tað, so hevur hann leikt 67 dystir í steypakappingini, 37 europeiskir dystir og 59 landsdystir, harav fleiri sum liðskipari. Um alt gongur sum ætlað, so setir Atli eitt flott punktum á sína yrkisleið sum fótbóltsspælari við at spæla finalu um Løgmanssteypið komandi fríggjadag.

Vónandi legst tað tá aftrat hansara trimum FM heitum og sjey steypagullum.

Sum persónur hevur Atli eisini sett sín dám á føroyskan fótbólt. Við síni áhugaverdu, stuttligu og dámligu persónligheit, hava miðlarnir staðið í kø, fyri at gera samrøður við Atla. Onkur samrøða nokk eisini betri ógjørd, tá dømingin tóktist at ganga ímóti. Vit kenna Atla fyri hansara áhugaverdu sjónarmið, oftast við einum glimti í eygunum, har kenslurnar mangan hava sitið uttaná, ikki bangin fyri at lata stoltleikan taka yvir. 17 august 2022 var nokk ein av teimum døgunum. Tá kom 16 ára gamli sonur Atla, Árni Nóa, á vøllin fyri fystu ferð í Betri deildini, og síðani hava feðgarnir sett heimset, fyri flestar dystir saman. Ein serstøk uppliving.

Tað er eingin ivi í, at tað verður eitt tómrúm í skiftirúminum, nú Atli setir gaggurnar á hillina. Vit hava sett nógvar ungar leikarar til seinastu árini, og hevur Atli duga væl at vegleitt og verið lærimeistari. Maður kemur tó í mans stað, so nú verður eisini upplagt hjá øðrum at taka størri ábyrgd.

Tað kundi verið skrivað nógv afturat, men vit vilja enda við at takka Atla fyri tíðina sum leikari og ynskja honum tillukku við flottu yrkisleiðini. Vit hava longu notið gott av Atlasa dygdum sum venjara, og at landsliðið framhaldandi sleppir tað, gleðast vit um. Eingin veit hvat framtíðin hevur at bjóða, men vit vóna og vænta ikki, at tað verður langt ímillum kaffidussarnar heima í Sarpugerði.

Vónandi møta nógv fólk upp í Sarpugerði kl. 14.30 í dag, tá vit taka móti HB. Latum okkum saman fagna Atla, og geva honum eitt minniligt farvæl

Mest lisið hesa vikuna

Hans Pilgaard hevur tikið stóra avgerð

22. oktober kl. 19:00

Sólbjørg er ov kvinnulig fyri summi

23. oktober kl. 22:00

Nú eru tølini komin á borðið: So stórt bakkast var Galaxy fyri Suðuroynna

22. oktober kl. 16:00

Skeivt sløkkilið fekk boð um eld

24. oktober kl. 08:35

Bogi kallar ein spaka fyri ein spaka

14 tímar síðan

Eftirlýsti maðurin afturkomin

23. oktober kl. 09:03