Ongi úrslit

Articon og Hondbóltssambandið leingja samstarvið

Nýggjar og fleiri uppgávur krevja ein sterkan grundvøll, og tí eru vit fegin um at Articon heldur fram sum stórstuðul

Hondbóltssamband Føroya
Í gjár kl. 17:17

Articon verður framhaldandi at síggja á føroysku landsliðklæðunum, sum eisini koma í nýggjum hami í heyst. Articon hevur verið stórstuðul hjá Hondbóltssambandi Føroya síðani 2023, og er sáttmálin nú longdur í tvey ár, til og við 2027.

Jón Sigursson, stjóri, Niclas Joensen, fíggjarstjóri, Sunnvard Andreasen, framleiðsluleiðari og Andrass Thomsen, stjóri í Hondbondsambandi Føroya, hittust í farnu viku í høvuðsætinum hjá Articon á Hjalla og skrivaðu undir nýggja sáttmálan. Høvið var eisini at landsliðsleikararnir Janu Mittún og Elsu Egholm vóru hjástaddar. Tær vóru í Føroyum til landsliðsvenjingar.

Um stuðulin sigur Jón Sigurdsson:

- Vit eru fegin um at leingja samstarvið við Hondbóltssambandið. Úrslitini á vøllinum halda á við at bergtaka bæði heima í Føroyum og úti í verð, og at eiga ein lut í hesum og hava tryggjað føroyingum karmar Við Tjarnir at savanst um landsliðini eru vit errin av.

Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandi Føroya, sigur um longda samstarvið.

- Í sambandi við at tað ítróttarliga gongur við rúkandi ferð, er tað umráðandi at vit hava møguleika at taka av fleiri uppgávum sum standast av hesum. Nýggjar og fleiri uppgávur krevja ein sterkan grundvøll, og tí eru vit fegin um at Articon heldur fram sum stórstuðul.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hans Pilgaard hevur tikið stóra avgerð

Í gjár kl. 19:00

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

20. oktober kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Sólbjørg er ov kvinnulig fyri summi

20 tímar síðan

Nú eru tølini komin á borðið: So stórt bakkast var Galaxy fyri Suðuroynna

22. oktober kl. 16:00