Ongi úrslit

Aron heldur fram í Sarpugerði

Miðvallarin í Víkingi hevur skrivað undir tvey ára sáttmála

Jonhard Hammer
15 tímar síðan

Fyrr í heyst ljóðaði, at Aron Jarnskor Ellingsgaard ikki fór at halda fram í barndómsfelagnum Víkingi.

Nú er hetta broytt, tí Víkingur skrivar í dag, at felagið hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Aron Jarnskor Ellingsgaard.

Víkingur skrivar soleiðis:

Ágrýtni miðvallarin hevur higartil einans umboðað Víking, og hóast tað hevur ljóðað, at hann fer at royna seg aðrastaðni, so er tað við gleði, at vit kunnu kunngerða, at Aron eisini tvey tey komandi árini verður ljósabláur.

Sambært FaroeSoccer hevur Aron Jarnskor Ellingsgaard spælt 82 landskappingardystir og skorað fýra mál í bestu landskappingini, og 10 ferðir hevur hann verið á liðnum í altjóða dystum.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Endaliga avgreitt á Løgtingi: Næsta ár fáa kvinnur í Føroyum fría fosturtøku

4. desember kl. 16:57