Ongi úrslit

Argja kirkju til sølu: Stórur áhugi men eingi ítøkilig boð

Áki Bertholdsen
29. sepember kl. 15:40

Á Argjum hava tey leingi arbeitt fyri at byggja eina nýggja kirkju, og úrslitið var, at kirkjan skal byggjast á Støðlagøtu, á einum stykki oman ímóti Sandá.

Fyri at kunna byggja kirkjuna, ætla tey at selja verandi kirkju og at brúka søluprísin sum ein part av eginpengunum.

Í tí sambandi hevur Argja kirkja staðið til sølu í nakrar mánaður fyri sjey milliónir krónur, og hon er framvegis á sølulistanum.

Talan er um grundstykkið, kirkjan stendur á, men so er talan eisini um eitt óbygt grundstykkið upp á góðar 250 fermetrar, og sum liggur upp at kirkjuni.

Rúni Hentze, formaður í kirkjuráðnum, sigur, at tað er stórur áhugi fyri ognini - men tey hava ikki fingið nakað ítøkiligt boð.

Talan er um eitt øki, sum er sett av til lága sethúsabygging, og tey, sum vilja keypa, vilja fyrst tryggja sær at tey fáa loyvi frá býráðnum at brúka stykki til ta endamáli, tey ætla at gera við tað.

Rúni Hentze sigur, at hetta eru mál, býráðið ætlar at taka støðu til seinni í ár.

Hann sigur, at verður kirkjan seld, fara tey at royna at fáa eina avtalu um at sleppa at halda fram at brúka hana til tann nýggja kirkjan er liðug.

Gongur tað ikki, mugu tety finna onkra aðra loysn. Hann sigur, at ein loysn er at hava kirkju í gamla skúla á Argjum, sum býráðið hevur bjóðað teimum til endamálið.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

Í gjár kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10