Nú ætlanin er at byggja nýggja kirkju á Argjum, hevur verandi Kirkja á Argjum staðið til sølu.
Og nú er tað greitt, at Argja kirkja verður nýtt kvinnuhús.
– Kvinnuhúsgrunnurin hevur keypt Argja kirkju, sigur forkvinnan í grunninum, Eva H. Bennicke, í tíðindaskrivi.
Hon sigur, at keypið er treytað av, at Tórshavnar býráð góðkennir, at virksemið hjá Kvinnuhúsinum kann vera í bygninginum.
Kvinnuhúsið yvirtekur kirkjuna 1. januar 2028, og fram til tá kann kirkjan halda á við sínum virksemi, til nýggj kirkja er bygd.
– Nevndin í Kvinnuhúsgrunninum fegnast um, at tað nú er eydnast at finna hóskandi høli, sum kunnu nøkta tørvin hjá Kvinnuhúsinum og tí fjølbroytta virksemi, sum húsið hýsir, sigur forkvinnan í stýrinum.
Hølini liggja væl fyri og geva góðar møguleikar at menna virksemið framyvir, sigur hon.
Bygningurin er ikki klárur at taka í nýtslu, tá kirkjan flytur út. Tørvur er á umfatandi umbygging, men Betri samtakið hevur latið fimm milliónir í stuðli til umbyggingina, og nú fer Kvinnuhúsgrunnurin at arbeiða víðari við at útvega fígging og søkja um stuðul til verkætlanina.