Arbeiðsloysið var í september 0,8 prosent, sum er 0,1 prosentstig lægri enn sama mánað í fjør. Tilsamans vóru 244 fólk fulltíðararbeiðsleys, sum er 32 færri, enn í september í fjør.
282 fólk vóru rakt av arbeiðsloysi, 63 færri enn árið fyri.
Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsloysi. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur.
Minni arbeiðsloysi hjá kvinnum
Arbeiðsloysið minkaði serliga hjá kvinnum. Umleið 100 kvinnur vóru raktar av arbeiðsloysi, og tað er 43 kvinnur færri enn í fjør. Umroknað svarar tað til 0,6 prosent, sum er 0,2 prosentstig lægri enn sama mánað í fjør.
Hjá monnum var arbeiðsloysið 0,9 prosent – 0,1 prosentstig lægri enn árið fyri.
Suðuroy hevur hægsta arbeiðsloysið
Arbeiðsloysið var størst í Suðuroyar øki við 1,4 prosentum, sum er 0,3 prosentstig hægri enn í fjør. Lægsta arbeiðsloysið var í Norðoya øki, har tað var 0,4 prosent.
Størsta minkingin er hjá teimum yngru
Tey 25–34 ára gomlu høvdu størsta arbeiðsloysið, 1,1 prosent, men samstundis størstu minkingina, 0,4 prosentstig. Minsta arbeiðsloysið var hjá teimum sum eru millum 16–24 ár, har var arbeiðsloysið 0,4 prosent, sum er 0,2 prosentstig lægri enn í fjør.
Ein av átta hevur verið arbeiðsleysur í meira enn eitt ár
Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Størsti bólkur, 31 prosent ella 87 persónar, av teimum arbeiðsleysu í september høvdu verið arbeiðsleys millum 30 til 89 dagar.
Í september vóru 37 persónar ella góð 13 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár (365+ dagar). Hetta er á leið tað sama sum í fjør.
