Fyrsta bríksl hevur verið á Tórsvølli, har Føroyar hava vitjan av Montenegro. Tað regnar eitt sindur, og vindurin er ikki so hvassur í kvøld, sum hann hevur verið fyrr í ár. Veðrið sær ikki út til at nerva spælararnar, og sjálvandi eru føroysku spælararnir meiri vanir við hetta veðrið, enn mótstøðumenninir úr Montenegro eru.
Føroyska liðið er mannað soleiðis, sum tað varð skrivað her á síðuni í gjárkvøldið.
Tað eru fleiri enn 2000 og færri enn 2500 áskoðarar kring Tórsvøll í kvøld.
Føroysku fjeppararnir í Skansanum seta av álvara dám á.
Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg, Brandur H. Olsen, Jákup B. Andreasen, Hanus Sørensen – Meinhard E. Olsen
Á beinkinum: Bjarti Vitalis Mørk, Bárður á Reynatrøð, Viljormur Davidsen, Arnbjørn Svensson, Jann J. Benjaminsen, Hallur Hansson, Jóan Símun Edmundsson, Géza Dávid Turi, Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð, Adrian Justinussen, Petur Knudsen
Venjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen