Ongi úrslit

Anna-Elisabeth Holm vunnið BAAL Book Prize

Eg eri ovfarin og ovurfegin, sigur Anna-Elisabeth Holm, adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, sum hevur vunnið stóru heiðurslønina, BAAL Book Prize, fyri bókina "Migration, Adult Language Learning and Multilingualism"

setur.fo
7. sepember kl. 16:44

Anna-Elisabeth Holm, sum arbeiðir við føroyskum sum øðrum máli á Fróðskaparsetri Føroya, veit ikki, hvørjum beini hon skal standa á í løtuni.

- Hetta er ein fantastisk viðurkenning og herðaklapp. Eg eri ovfarin og ovurfegin!

Anna-Elisabeth Holm fekk hósdagin 4. september 2025 tann stóra heiður at vinna BAAL Book Prize 2025 á ráðstevnu á universitetinum í Glasgow í Skotlandi.

 Tá Anna-Elisabeth Holm stóð sína ph.d.-verju á Heriot-Watt University í ringastu koronutíð í 2021, hevði metingarnevndin á máli, at í granskingartilfari hennara var av sonnum gott tilfar til bókaútgávu.

Ph.d.-ritgerð hennara eitur New Times in the Faroe Islands, New Speakers of Faroese and Sociolinguistics of Labour Market Inclusion: Challenges and Opportunities, og Anna-Elisabeth Holm lá ikki á boðunum eftir væleydnaðu verjuna.

Alt fyri eitt fór hon aftur til arbeiðis, og úrslitið bleiv bókaverkið, sum nú hevur vakt ans altjóða og hevur vunnið bókaheiðurslønina BAAL, sum er stytting fyri British Association for Applied Linguistics.

BAAL Book Prize verður á hvørjum ári latin "framúrskarandi bók á nýtslumálvísindaliga økinum", og bókin hjá Annu-Elisabeth Migration, Adult Language Learning and Multilingualism: Critical Sociolinguistics Research with New Speakers of Faroese var ein av tilsamans fýra bókum, sum vóru í uppskoti at vinna.

Annars hevur Anna-Elisabeth Holm fingið eina millión krónur í granskingarstuðli frá Granskingarráðnum, sum umsitir fæið í Frítíðargrunninum. Verkætlanin, sum hon nú arbeiðir við, eitur Mál, inklusjón og arbeiðsmarknaður.

Hjartaliga til lukku, Anna-Elisabeth við stóra heiðrinum og bestu eydnu við øllum!

 Birgir Kruse gjørdi í fjør samrøðu við Annu-Elisabeth Holm til heimasíðuna hjá Norðurlendska Netverkinum fyri Lívlanga Læring. Lesið samrøðuna her. Myndin er haðani.

Ingi Rasmussen í Kringvarpi Føroya gjørdi í 2021 samrøðu við Annu-Elisabeth Holm um granskingina, sum m.a. vísti, at sera lítil partur av tilflytarum í Føroyum, sum ikki eru av norðurlendskum uppruna, kann brúka ta hægri útbúgvingina, ið tey hava við sær higar.

Lurtið eftir samrøðuni her.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

12 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

7 tímar síðan