Ongi úrslit

Andrass Joensen 8. bestur í heiminum í HM í Ironman

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 20:10

Andrass Joensen 8. bestur í heiminum í HM í Ironman

Í gjár, sunnudagin 14. september, kappaðist Andrass Joensen í Ironman World Championship í Nice í Fraklandi.

Íalt 2.535 triatletar luttóku í hesi kappingini, sum man skal vinna sær rættin til at luttaka í. Andrass vann sær hendan rættin, tá hann vann kappingini Club La Santa IRONMAN Lanzarote 17. mai.

Tríggir norðmenn, Casper Stornes, Gustav Iden og Kristian Blummenfelt vunnu tey fremstu heiðursmerkini í opna bólkinum. Teir nýttu allir knapt 8 tímar um Ironman-teinin, sum var 3,8 km svimjing við starti og málið á einari strond í Nice.

Síðani varð súkklað upp í fjøllini handan Nice í Alpes-Maritimes økinum – íalt 180,2 km. At enda var runnið 4 umfør, íalt eitt heilt marathon, framvið kendu promenaduni Promenade des Anglais í Nice.

161 luttakarar vóru í bólkinum hjá Andrass Joensen, sum eitur M60-64, og Andrass megnaði at gerast nummar 8 av hesum við tíðini 11:23:46. Til samanberingar hevði vinnarin í bólkinum, Adrian Santonastaso úr Sveis, tíðina 10:32:24.

Andrass letur heilsa, at hetta var flottasta súkkluruta, hann hevur roynt, og sera teknisk. Onkrir smáir tunlar vóru høgdir inn í bergið. Hann hevði verið darvaður av sjúku einar tvær vikur áðrenn kappingina, og tí var niðurtrappingin til kappingina ikki optimal.

Av hesum fremstu 8 var Andrass nummar 7 í svimjingini, nummar 3 í súkklingini og nummar 8 í renningini. Hann var serliga vælnøgdur við súkklipartin, meðan renningin var hørð, serliga eftir 25 km.

Eitt frálíkt avrik má sigast.

Sí øll úrslitini á heimasíðuni hjá kappingini her https://www.ironman.com/races/im-world-championship-nice/results

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Charlie Kirk er skotin

10. sepember kl. 21:00

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Sambandið suður um landið sveik aftur í dag

10. sepember kl. 16:45

Nú er at skunda sær at hamstra!

10. sepember kl. 20:20