Amerikanski fíggjamálaráðharrin, Janet Yellen, lendi í dag í Kina og skal verða har komandi fýra dagarnar. Orsøkin til ferðina er, at hon vil mæla vertunum til at samtykkja marknaðarbroytingar.
Hon ávarar samstundis um, at USA fer at berjast í móti tí hon rópar fyri “órætttvísum fíggjarligum framferðarhátti” hjá kinesarunum.
Fíggjarmálaráðharrin leggur tó dent á, at hon er komin til Kina fyri at arbeiða fyri einum “støðugum og konstruktivum sambandi” landanna millum.
Yellens ferð í Kina er eitt fet á leiðini í royndini hjá USA um aftur at kunna tosa við kinesiska stýrið, eftir at sambandi hevur verið heldur kalt og spent farnu árini. Spenningar hava millum annað verið um sjálvstøðuga Taiwan, sum Kina krevur.
- Vit halda, at tað gagnar báðum londunum at tryggja, at vit hava beinleiðis samskifti millum tey á ovastu rók, sigur hon.
Hennara vitjan kemur nakrar mánaðar eftir, at USA skeyt eina kinesiska veðurballón niður, sum var ávegis yvir norðamerika. Orsøkin var, at USA mistonkti ballónina at vera kinesiska njósning, men USA hevur síðan avvíst, at endamálið við ballónini var njósning.